Enn fleiri avlýsingar hjá Strandferðsluni

Veðrið hevur darvað samferðsluni í dag. Í morgun vóru fleiri bussleiðis sunnanfjørðs avlýstar, eins og Smyril eisini útsetti. Men nú eru fleiri avlýsingar norðanfyri.

 

Eitt nú hava leiðirnar 440 og 450 hjá Bygdaleiðum avlýst tað, ið eftir er av degnum.

Eisini hevur leið 400 avlýst. Síðsti túrur varð koyrdur úr Havn klokkan 13.50. 

Leið 410 Fyri veður verður ikki koyrt meir á leið 410 í dag, sunnudag 28. januar. Leið 500 Fyri veður er ongin koyring á leið 500, sunnudag 28. januar.

Meira sæst í kunningini hjá Strandferðsluni niðanfyri:

##med2##

##med3##