TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2, har prátað var við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen, ið saman við liðfeløgunum tapti 1-2 ímóti Skála á útivølli í dag.
Høgni Egilstoft Nielsen ásannar, at Skála var tað betra liðið í fyrra hálvleiki, og var støðan eisini 1-0 til Skála í steðginum.
Hetta var tó ikki galdandi í seinna hálvleiki, og Høgni Egilstoft Nielsen harmast um, at heldur ikki í dag koppaðu marginalarnir til 07 Vestur. Hann er tó ivaleysur í, at marginalarnir skjótt fara at koppa rættan veg.
Samrøðan, ið var á Rás2 við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen hoyrist HER