Enn kunnu føroyingar enda í bólki við muslimar

Forsætisráðharrin vil ikki lova, at føroyingar ikki verða koyrdir í sama bólk sum víðgongdir muslimar

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, vil framvegis ikki lova, at føroyingar ikki verða koyrdir í sama bólk sum víðgongdir muslimar.

Tað mátti løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, ásanna á fundi við Mette Frederiksen í dag.

Danska stjórnin arbeiðir við eini ætlan um, at allar prædikur, sum eru á útlendskum máli í kirkjum og samkomum í Danmark, skulu týðast til danskt. Danska stjórin roynir heldur ikki at dylja, at endamálið er at forða fyri, at víðgongdir muslimar sleppa at føra haturstalu fram í Danmark, og á tann hátt eggja til yvirgang.

Men tað er einki undantøk í hesi ætlanini, og tað merkir, at eisini prædikur í føroyskum kirkjum í samkomuhúsum í Danmark, skulu týðast til føroyskt.

Hetta er eitt mál, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður tók upp, tí hann heldur, at tað er tann blanki ørskapur at koyra gudstænastur á føroyskum í sama pott, sum muslimskar gudstænastur.

Síðani hevur hinfólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, eisini tikið málið upp, men enn hevur tað ikki eydnast teimum at fáa donsku stjórnina at lova, at hetta ikki skal vera galdandi fyri prædikur á føroyskum.

Og nú hevur sjálvur løgmaður roynt seg á fundi við Mette Frederiksen, men heldur ikki í dag fekst hon at lova, at føroyskar prædikur sleppa undan.

Danski forsætisráðharrin vísti á, at tað er ov tíðliga at siga, hvussu lógaruppskotið endaliga verður orðað, sigur løgmaður í eini fráboðan frá fundinum.

Men hon vissaði kortini um, at danskir myndugleikar viðgera, um málini í ríkisfelagsskapinum ikki skulu hava eina serliga støðu, og tí eiga sleppa undan hesum kravinum, leggur løgmaður afturat.