Fótbóltur
Við bara níggju stigum eftir at spæla um byrjar tað nú av álvara at síggja svart út hjá Skála. At liðið har til eisini hevur mist bæði eitt og tvey stig í seinastu minuttunum av seinastu dystunum hevur ikki gjørt tilveruna hjá liðnum lættari, og tí er trýstið meira enn bara stórt, nú teir á heimavølli taka ímóti Víkingi.
Tí tapir Skála tann dystin, og vinnur KÍ samstundis sín dyst, er eingin møguleiki longur fyri bjarging hjá felagnum, sum tó eisini hevur roynt seg í somu støðu áður.
John Petersen hevur allar mans tøkar til uppgávuna móti Víkingi, sum kanska hevur nakað at løna Skála aftur í so máta. Tí vit skulu bara leita trý ár aftur fyri at finna støðuna, tá táverandi GÍ við máli í yvirtíðini móti júst Skála tryggjaði sær møguleikan at hanga í bestu deildini.
Hjá Víkingi er manntalið hinvegin ikki heilt so stórt. Hans Jørgen Djurhuus hevur framvegis leikbann, og tað sama hevur Símun Louis Jacobsen, eftir at hevur rokkið fimm gulum kortum. Andreas Lava Olsen hevur drigist við skaða seinastu tvær vikurnar. Hann royndi at koma inn móti HB, men tað riggaði illa, og spurningurin er tí, um hvíldin verður tikin framum hesaferð.