Hóast ávaringar ímóti at barnakonur eta rovfisk - hetta er hávur, grind, tunfiskur og annað, sum er ovast á føðiketuni - so er tídningarmikið at kvinnur, sum eru við barn, ikki halda uppat at eta annan fisk. Í fiski eru týðandi fiskaoljur, selen, jod og d vitaminir. Hetta eru evni sum ófødda barnið hevur brúk fyri, sigur fólkaheilsuráðið.
- Fólkaheilsuráðið mælir enn til, at kvinnur, ið eru við barn, eta nógvan fisk, serliga tey feitu fiskasløgini sum eitt nú laks, sild og makrel. Tú skalt tí bert halda teg frá rovfiski sum eitt nú tun og kalva í stórum mongdum.