Meltic Online er ein fyritøka, sum selur alt innan elektronikk. Talan er um teldur, net-útbúnað, prentarar og annað.
Fyritøkan hevur spesialiserað seg í Epson prentarum.
Epson blekkprentarar dálka hvørki arbeiðsumhvørvið ella náttúruna, so sum laserprentarar gera. Blekktangar fara beinleiðis í skrell, tá teir eru tómir samanborið við hylkir frá lasaraprintarum, ið mugu burturbeinast á rættan hátt og t.d. latast aftur til veitaran.
Eisini eru blekkprentarar nógv bíligari í brúki enn tilsvarandi laserprentarar.
Epson blekkprentarar brúka einans 5-10% av orku, tá prentað verður samanborið við tilsvarandi laserprentarar. Til dømis er streymnýtslan á einum Epson A4 blekkprentara heilt niður í 23 Watt í mun til ein laserprentara, har nýtslan gjarna er umleið 450 Watt.
Epson brúkar einans 4, 9 sekund um fyrstu síðu, sum er væl skjótari enn nakar tilsvarandi laserprentari. Ein laserprentari brúkar gjarna 12-18 sekund um fyrstu síðu.
Epson prentarar fáast í títtleika heilt upp til 100 síður pr. minutt, tá talan er um A3 prentara.
Epson blekkprentarar hava 80% færri stopp enn tilsvarandi laser prentarar, tí teir hava ikki photoconductara (sokallaður myndageri), transferbelt ella fusara.
Mongdin av skiftum lutum og burturkasti er tí einans 11% í mun til ein tilsvarandi laserprentara. Hesir lutir skulu skiftast á laserprentarum eftir ávísari prentmongd, har Epson blekkprentarar einans hava blekk og Maintenance Box.
Til ber at prenta og skanna beinleiðis frá telefon App á øllum okkara prentarum.
Orsøkin til, at vit frávaldu laserprintarar er nevniliga færri stopp, skjótari útsrkrift og reint skrivstovuumhvørvi.
- Øll eru vælkomin at venda sær til okkum, sigur Jógvan Páll í Bartalsstovu, stjóri í Meltic Online.
Fyritøkan heldur til á Karlamagnusarbreyt 3A í Hoyvík.











