Fert tú á ólavsøku í ár?
- Nei, í ár fari eg ikki á ólavsøku. Eg skal í brúdleyp í London fyrst í august og fari at ferðast í Danmark og Kroatia, áðrenn eg fari til London. So, ólavsøkan í ár verður hildin í Egense.
Soleiðis sigur Jóanis Albert Nielsen.
Men, plagar tú at vera á ólavsøku?
- Ja, eri eg heima, tá ólavsøka er, so eri eg sjálvandi á ólavsøku.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Nú plagi eg at taka nógvar myndir, tá eg eri á ólavsøku. Tað er stuttligt, at øll eru í so góðum lag og vilja vísa síni føroysku klæðir fram.
Jóanis sigur, at hon dámar eisini væl at vera við til midnáttarsangin á ólavsøku.
Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
Nei!
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ólavsøkan í 2016 var serliga góð - saman við góðum vinmonnum og familju, sigur Jóanis Albert Nielsen.










