Nýgiftur og í nýggjan tjóðbúna á ólavsøku

- Tað verður komandi ólavsøka, sum eg helst fari at minnast best. Eg eri nýliga giftur og fari fyrstu ferð í tjóðbúnan á ólavsøku, og búnin er eyka persónligur, sigur Óli G. Samuelsen 

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, tað er so planurin, um heilsa og annað loyvir tí. 

Tað sigur Óli G. Samuelsen.

Plagar tú at vera á ólavsøku? 

- Tá eg var unglingi, var tað langt ímillum ólavsøkurnar, men tá so koyrikortið kom, var tað eitt sindur styttri ímillum.  

Óli vísir á, at hann arbeiddi alla ólavsøkuna í fleiri ár, men seinastu nógvu árini hevur hann upplivað tjóðarhátíðina sum ein føroyingur, sum hann tekur til. 

Hvat heldur tú er tað besta við ólavsøkuni? 

“... Ná, tú ert í Føroyum, langt síðan seinast... “  

“...Eg búgvi eisini í Havn... " 

“... Akkurát fluttur heim... " 

“... Flyti av landinum skjótt...”

Óli heldur, at eitt av nógvum góðum við tjóðarhátíðini er at hitta vinir, kenningar og nýggj andlit.

 

- At finna út av, hvar vit eru stødd í lívinum. Kanska eru vit í somu gøtu, bygd, býi – ella okkurt heilt annað.

Er okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?   

- Tað er ein ordiligur brockmanslestur at fara ígjøgnum ólavsøkuskránna, og fleiri vilja helst náa so nógvum sum gjørligt, men vit náa tað, vit náa. Vit vilja øll hava gott veður á ólavsøku.

 

Og hann leggur aftrat:

 

- Haldi, tað er trupult at siga, hvat eg sakni, men kanska, at støðið á ymiskum kundi hækkað. So er tað ljóðið – at ljóðgóðskan verður betri, so enn fleiri úr fjøldini kundu hoyrt, hvat sagt verður. Jú, kanska sakni eg meira vinalag á ólavsøku – tað at fólk koma meira hvørjum øðrum við.

 

Óli G. Samuelsen heldur, at fleiri ítróttafeløg gera eitt megnar arbeiði.

 

##med2##

Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?

- Eg minnist fleiri, men eisini onkra fyri tað keðiliga, tí einaferð misti eg ein vinmann á ólavsøku.

Óli sigur, at hann hevur verð við til at skipa fyri ólavsøku, og hann heldur, at hetta var bæði stuttligt, men eisini strævið. 

Hann hevur eisini verið ferðaleiðari á ólavsøku.

- Men, tað verður helst komandi ólavsøka, sum eg fari at minnast fram um aðrar. Eg eri nýliga giftur og fari fyrstu ferð í tjóðbúnan á ólavsøku, og búnin er eyka persónligur.

Og seinastu orðini hjá Óla G. Samuelsen eru hesi:

- Eg ynski øllum, bæði heima og úti, eina góða ólavsøku, leggur hann aftrat.