Er almenna skipanin til fyri borgaran, ella øvugt?

Thomas Arabo
----

SVF hevði eitt gott innslag í Degi og Viku herfyri, har víst var á, at eldri fólk, sum flyta úr heimi sínum á ellisheim, ikki automatiskt kunnu taka hjálpartol síni við sær, tí at tey skulu málsviðgerast umaftur.
Vit fingu eisini orsøkina at vita frá landstýriskvinnuni á økinum. Tað er tí, at landsgrannskoðarin hevur talað at. Bureaukratiið sigur, at tað ber ikki til, at ein pensionistur automatiskt kann hava eitt hjálpartól við sær á ellisheim.

“Systemið” trumfar borgarans tørv
Hvat gera so politikarar? Ístaðin fyri, sum rætt er, at broyta bureakratiið og gera smidligari mannagongdir, so letur man tað ganga út yvir borgaran.
Tað merkir, at processin trumfar tørvin hjá borgarnum. Eldri fólk fáa eina verri og óvirðiligari viðferð, og pengar hjá skattgjaldarnum verða spiltir upp á meiri process. Vit betala meir fyri at minni kemur út í hinum endanum.

Hví hava vit eina umsiting?
Um endamálið við almenna bygnaðinum var at gera toppstýrdar og tvørligar mannagongdir, við so nógvum fólki í miðfyrisitingini sum møguligt, so var støðan í dag í lagi. Men tað er nú einaferð soleiðis, at almenni bygnaðurin – íroknað landsgrannskoðarin - eina og aleina er til fyri borgarans skuld. Tað má ikki gloymast!

Vit brúka meiri tíð enn nakrantíð upp á fíggjarlógararbeiði – og úrslitið er?
Vit hava eina játtanarskipan, sum er sum skapt til at fáa fulltrúar í starv at føða eina pappírsmyllu, men almenni sektorurin hvørki riggar betur, ella verður betri rikin av tí grund. Í hvussu so er ikki, um tú spyrt nakran uttan fyri umsitingina og politisku skipanina. Ein eykajáttan er tað sama sum eitt yvirtrekk, og tað er eingin uggi, at man hevur gjørt fíggjarlóg og fíggjarkarmar í eina óendaligheit áðrenn. Eg vil heldur siga tvørturímóti.

Stýrisskipanarlógin skal ikki nýtast sum undanførsla fyri óneyðuga toppstýring
At politikarar lata sær lynda, at almennir bureaukratar, við stýrisskipanarlógini sum undanførslu, fáa hægri raðfesting enn okkara gomlu, skilji eg slett ikki. Nú var eg sjálvur í politikki, tá stýrisskipanarlógin varð samtykt fyrstu ferð, og eg má siga, at henda yvirtulkingin til at styrkja um toppstýring og vald í ávísum stýrum liggur langt frá tí, sum intentiónin við lógini var.
Sjálvandi skal man hava mannagongdir, men hesar skulu verða bíligar og einfaldar og altíð verða gjørdar soleiðis, at borgarin merkir sum minst til, at eitt bureaukrati liggur aftanfyri.
Lat eitt verða heilt vist: Ein mannagond sum gevur eitt vánaligt úrslit til brúkaran av almennum tænastum, er ein vánalig mannagongd, hvussu flott og professionell hon annars sær út.