Í hesum døgum gongur ein alda av heilsutiltøkum gjøgnum landið. Landsstýrið hevur sum liður í visión 2015 ásett ein fólkaheilsupolitikk, og hesin mælir til, at vit fara í hernað ímóti teim størstu vandatættunum, ið eru orsøk til sjúkur okkara millum. Vit fáa at vita, at vit mugu ikki eta ov nógv, helst ikki roykja ella drekka, og vit eiga at røra okkum mest møguligt.
Landið gongur á odda við kampagnum av ymiskum slag, og nú er eisini ein av stóru kommununum komin upp í part. Øll vit, ið vilja hava eitt gott lív, fylgja við, og vit føla, at um vit luttaka, fáa vit tað betri upp á kropp og sál. Rætt er tað, at hvør sær fær tað betri, um hann ella hon ger nøkur miðvís stig fyri at hava tað betri, men er hetta tað fólkaheilsa snýr seg um?
Føroyska fólkaheilsuætlanin er ikki í tráð við tey tilmæli, WHO kemur við, og hevur fleiri manglar. Eg fari tí at loyva mær at ivast í at ætlanin, sum hon nú er fer at hækka um heilsustøðið í Føroyum.
Innihaldið í fólkaheilsuætlanini
Fyri tað fyrsta er eingin roynd gjørd at greina hugtakið heilsa, og at greiða frá hvønn týdning tað hevur fyri støðuna her hjá okkum. Gaman í er gamla definitiónin hjá WHO um heilsu sum ein fullkomin støða, og ikki bert frávera av sjúku, nevnd í ætlanini, men tað er ikki nóg mikið, bert at nevna definitiónina. Eingin roynd er gjørd til at áseta hvussu vit náa á mál við eini fullkomnari heilsu, tí hugtakið heilsa hevur í dag ein nógv breiðari týdning, og verður mett sum eitt tilfeingi, ella tann styrkin ið skal gera okkum før fyri at skapa okkum eitt ríkari lív.
Hóast nevndu definitión er heilsa í fólkaheilsuætlanini viðgjørd sum um talan er um frávera frá sjúku. Øll tiltøkini virka fyribyrgjandi og eru vend ímóti fast defineraðum vandatættum ella sjúkumynstrum. Rætt er tað, at við at fara í hernað ímóti vandatættunum kunnu vit minka um teir, og vónandi eisini tær sjúkur, ið eru fylgja av teimum, men frávera av sjúku er sum sagt ikki vegurin fram til heilsu, tí heilsa snýr seg fram um alt um lívsinnihald, og heilsufremjan er tað ið ger okkum før fyri í størri mun at taka hond um og betra um okkara heilsustøðu.
Í føroysku fólkaheilsuætlanini verður gingið út frá at øll standa á sama støði, og hava líka atgongd til heilsu. Gingið verður út frá, at vit øll, bert vit nú vilja, kunnu broyta lívsstíl og harvið fáa betri heilsu, nú tilboðini eru sett upp fyri okkum. Ikki verður nevnt hvussu heilsutilboðini kunnu røkka út til tey, ið búgva á avsíðis liggjandi støðum, ella til tey ið bera eitt fysiskt brek og av teirri orsøk ikki eru før fyri at luttaka í til dømis rennidøgum. Ei heldur verður hugt at hvussu tilboðini kunnu koma út til tey, ið av eini hvørjari orsøk ikki skilja boðskapin, antin tí tey hava hoyritarn, eru menningartarnað og ikki skilja tað ið meiningin er, ella at tey slætt og rætt ikki skilja føroyskt tí tey ikki eru av føroyskum uppruna.
Fólkaheilsuætlanin hevur ongar politiskar konsekvensir. Tað eru fólk sjálvi ið skulu leggja av at roykja, drekka minni, leggja matvanarnar um og røra seg meira, gera tey ikki tað, so skal eingin koma og siga, at tey ikki hava fingið at vita, og heilsupolitikarar kunnu vaska teirra hendur, teir halda seg hava gjørt sítt.
Av hesum orsøkum er fólkaheilsuætlanin við til at skapa eina ójavnvág í heilsustøðuni millum ymiskar bólkar í samfelagnum. Og aðaltátturin í fólkaheilsu er: at skapa javnvág í heilsu.
Hvat ið eigur at vera satsað uppá í einum fólkaheilsupolitikki
Fólkheilsa, ella heilsa fyri øll, miðar ímóti at geva øllum fólkum møguleika at hava høga lívsgóðsku alt lívið. Um lagdur verður dentur á at tryggja heilsugóðskuna fyri øll, fæst uppá longri sikt betri úrslit burturúr, enn um royndir verða gjørdar at minka um nakrar ávísar útvaldar vandatættir, og heilsutrupulleikar (WHO 1999).
Ein fólkaheilsupolitikkur eigur at hava atlit at livikorunum hjá fólki, og stílað eigur at verða ímóti at betra um livikorini. Tað er ov langt her at fara í dýpdina við øllum men serliga skal nevnast.
Fíggjarliga grundarlagið og íbúðarstøðan hjá fólki eigur at verða á einum sømiligum støði.
Undirvísingarstøðið eigur at betrast.
Sosialt rættvísi og javnstøða hevur stóran týdning, tá hugsað verður um at minka um munirnar í heilsu.
Javnstøða í heilsu er ein týðandi partur í heilsupolitikkinum hjá WHO. Í fyrstu paragraff stendur, at munur í heilsu millum lond og millum bólkar í hvørjum landi eigur at gerast minni. Øll eiga at hava líka møguleikar fyri at vinna sær bestu heilsu eftir teim umstøðum tey nú hava, ella sagt uppá ein annan máta, øll eiga at kenna síni rættindi og skulu hava møguleikan at krevja tey (WHO, 1986).
Rættast er tí at leggja ætlanir fyri best møguligu menningina hjá bólkum av fólki, til dømis: At tryggja børnum ein tryggan uppvøkstur, har rættur kostur stendur teimum í boði, og har bústaðurin er á einum forsvarligum støði, og har neyðug hjálp er til taks, bæði í heimi dagsstovnu og skúla. Og at heilsulig atlit verða tikin at vaksnum á arbeiðsplássum, og víðari upp í ellisárini.
Skal atlit verða at øllum nevndu faktorum, er klárt, at Heilsumálaráðið ikki megnar uppgávuna einsamalt tí heilsa er ein samfelagsuppgáva, har øll ”málaráð” hava sín leiklut. Heilsa snýr seg nevniliga um liviumstøður og livikor heldur enn lívsstíl og fráveru av sjúku.
Føroyska fólkaheilsuætlanin sum hon sær út í dag hevur við sær at:
Øll tiltøk eru fyribyrgjandi og ikki heilsufremjandi.
Heitt verður á ungu og sterku, teim sum eru væl fyri. Teimum verður givin møguleiki at fyribyrgja ringastu vandatættirnar.
Tey, ið búgva best fyri sleppa uppí part, meðan tey, ið búgva á avsíðis plássum ikki hava tann møguleikan.
Tey, ið ikki sjálvi halda seg til, sleppa at lata vera, og eingin annar enn tey sjálvi hava tá ábyrgd av teirra vánaligu heilsu. Við øðrum orðum, verða tey sjúk, og ”offur” fyri teir nevndu vandatættirnar, so eru tey sjálvi sek, og fáa við øðrum orðum ta løn tey hava uppiborið.
Hóast samfelagið gongur á odda í fyribyrgjandi tiltøkunum hevur ætlanin ongar politiskar avleiðingar, og raka bert hin einstaka íbúgvan í landinum.
Einki sæst til at onnur málaráð, sum Mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Innlendismálaráðið ella onnur málaráð, sum eiga at vera ein náttúrligur partur av eini fólkaheilsuætlan, eru við í ætlanini.
Uttan luttøku frá hesum málaráðum kann ikki skapast javnvág heilsu.
Fólkaheilsa snýr seg um at skapa javnvág í heilsu, og at betra um liviumstøðurar hjá fólki. Tey tiltøk, ið verða tikin fram í føroysku fólkaheilsuætlanini virka fyribyrgjandi, alt gott um tað, tí tað fær hin einstaka, ið luttekur aktivt at føla seg betur. Men so leingi einki verður gjørt fyri at betra um liviumstøðurnar hjá øllum, er als ikki talan um ein fólkaheilsupolitikk.