FÓTBÓLTUR
Piatra Neamt, Rumenia: At tapa 5-0 er ongantíð stuttligt, heldur ikki á føroyska fótbóltslandsliðnum. Tískil royna leikararnir nú at leggja henda dystin aftur um bak, men kortini verða nógv tosað um ávísar hendingar og støður í dystinum leygarkvøldið.
Millum annað, at franskmenninir gjørdu nógv burtur úr at tosa um Andreas Lava Olsen, hóast hann bara fekk eitt gott korter á vøllinum.
Hetta tí, at fleiri teirra máttu gnýggja sær eyguni, tá leirvíkingurin í Víkingi varð settur á vøllin.
– Er hann ein veruligur víkingur, spurdi William Gallas Christian Høgni Jacobsen, áðrenn hann rann yvir til Patrice Evra fyri at fáa hann at síggja víkingin hjá Víkingi.
Hetta hava føroysku leikararnir flent nógv eftir. Eisini Andreas Lava Olsen sum speiskliga hevur sagt, at so skuldu teir sæð seg áðrenn hann snøggaði skeggi.