GBOB
Marius deildi sætta plássið í finaluni í The Global Battle Of The Bands við amerikansku favorittarnar Bulding A Better Spaceship, og hetta má metast, sum eitt sera heiðurligt úrslit. Marius gjørdist sostatt besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svørríkið, Danmark, Finnland og Ísland.
Oddamaðurin, gittarleikarin, sangskrivarin og sangarin í Marius, Hans Marius Ziska viðgekk beint aftan á, at raðfylgjan varð kunngjørd, at hann hevði blandaðar kenslur um sætta plássið. Sjálvandi er tað ongantíð stuttligt ikki at vinna. Men eg eri glaður fyri at hava givið Føroyum ein plassering. Hetta er jú fyrstu ferð vit luttaka. Tað hevði verið keðiligt ikki at verðið nevndur, so á tann hátt er tað gott., segði Hans Marius.
6. fremstir í heiminum
Einans teir seks bestu bólkarnir fáa at vita, hvat nummar teir eru blivnir. Hans Marius sigur við Sosialin, at hann heldur sjálvur, at tað er flott at gerast millum seks tey bestu. Eisini <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ føroyski fyrireikarin av kappingini er væl nøgdur við úrslitið hjá føroyska luttakaranum. Hann vísir á, at tað ikki er í nógvum kappingum, at Føroyar eru 6. fremstar í heiminum.<BR>
Heiðurligt tap
Hans Marius leggur dent á, at hann, sum allir aðrir føroyingar, er troyttur av at hoyra um heiðurlig tap, hvørja ferð landsliðið í fótbólti t.d. tapur 7-1. Men tá tað er sagt, so heldur hann, at hetta er eitt úrslit, teir kunnu vera ernir av.
Limirnir í Marius hava eisini alla orsøk til at vera ernir. Millum føroysku áskoðararnar var spenningurin stórur móti endanum. Tí tað var greitt, at hetta kundi gerast ein sigur. Eingin greiður vinnari var, og fólk høvdu nógv ymisk boð millum annað Marius. Framførslan hjá Marius var ordiliga góð, og bólkurin var fyri meg persónliga eitt gott boð uppá ein vinnara, tó í tættari kapping við Mexico, Holland og Skotland. Løgini vóru popputtur rokkur sungin og spæld væl. Marius hevur ment seg nógv hetta seinasta hálva árið, og hevði eitt øgiliga heiltstoypt konsept, har var útstráling, løg, tekstir og spæl sum hekk væl saman. Bólkurin umboðaði Føroyar væl.
Eins og allir hinir bólkarnir spældi Marius tvey løg, og vísti her fjøllbroytni í bólkinum. Fyrra lagið hevði meira dýpd, meðan tað seinna við niðurlagnum, sum koyrir umaftur og umaftur, lætt kundi gjørst ein landaplága.
Írar vunnu
Tá avtornaði, var tað tann rái eitt sindur punkkendi rokkbólkurin Kopek úr Írlandi, ið fór við sigrinum. Eg hevði ikki væntað, at hesin bólkur fór at blanda seg í toppin, hóast framførslan var góð. Serliga var tað tann hálvan annan metur høgið sangarin, ið við síni eitt sindur ráu rødd rørdi við okkurt. Seinna lagið hjá bólkinum rættiliga fangandi, men eg helt ikki teir skaraðu framúr.
Ov harður rokkur
Finalan í Global Battle Of The Bands gjørdist sum heild ein áhugaverd og stuttligt tónleikauppliving, har nakrir bólkar veruliga skaraðu framúr. Sum fráleið gjørdist konsertin næstan ikki til at halda út, at hoyra 24 bólkar spæla í samfullar 5 tímar, setir stór krøv til oyrini á áhoyrarunum, og ikki minst hjá dómarunum. Tann harði rokkurin var væl umboðaður, og tá íslendsku Fanngean komu á pallin sum bólkur nummar 23 og spældu enn eina harða tungmálmskonsert, hevði bólkurin ikki ein livandi tjans fyri at gera seg galdandi. Oyrini vóru mett, og tað gjørdist bara larmur.
Eisini Hans Marius sangari í Marius, helt tann harða rokkin vera eit sindur ov nógv av tí góða. Hann segði, at kappingin sum heild var merkt av ov nógvum NU-Metal bólkum, og var satt at siga eitt sindur skuffaður av tí manglandi fjøllbroytninum.
Ungar sangkvinnur bergtóku
Í endaveitsluni aftan á kappingina, var serliga ein ung dama, sum fekk nógv herðaklapp. 20 ára gamla meksikanska Ximena SariDana bergtók øll við síni framførslu á konsertini. Sum eitt eldgos sprændi hon orkumiklar tónar úr munninum, har var so nógv power á røddini, at sjálvt harðastu tungmálmsbólkarnir ikki megnaðu at fylgja við. Samstundis var unga og óskyldiga útsjóndin í so sterkari andsøgn til røddina, at tú vart tikin av bóli. Samanumtikið gjørdist tað bert til eitt fimta plass hjá jassutta Meksikanska bólkinum Feliz No Cumpleanos. Men tey vera seint gloymd millum áskoðararnar, og er heimurin ikki deyvur, verður nógv at hoyra til Ximenu í framtíðini.
Bólkurin MEA úr Wales hevði somuleiðis eina songkvinnu, sum bergtók. Bólkurin spældi keðiligan NU-Metal tónleik við sera sterkum ávísingum til Evanescense. Men Vanessa Nicholas hevði eina framúrskandi vakra og orkumikla rødd, sum longu í ljóðroyndini blásti meg um koll.
Skotar og Niðurlendingar
Millum áskoðararnar, tá vinnarin skuldi finnast í GBOB, vóru serliga tvey lond uppi og vendu. Niðurlond og Skotland. Hetta vóru eisini teir báðir bólkarnir, ið eg persónliga væntaði fóru at berjast um sigurin. Skotsku The Rise spældu eitt slag av gjøgnumførdum popppunkrokki við einum sletti trendi UK poppi. Teir vóru kekkaðir og dugdu síni ting. Hetta var nakað av tí mest gjøgnumførda á kvøldinum, og tryggjaði teimum triðja pláss.
Drive Like Maria úr Niðurlondum var ein annarleiðis bólkur, við syngjandi trummuleikara og kvinnuligum gittarleikara brutu tey frá heildini. Stílurin var eitt sindur í trá við White Stripes, og løgini vóru knasandi góð, nóg góð til at tryggja annað pláss.
Ukrainsku Sic
Bólkurin á fjórða plássi var TOL úr Ukrainu. Hetta var ein ruskmálmsbólkur við ávísingum til Korn og aðrar harðar bólkar. Hann minti ikki sørt um okkara egnu Sic. Sangarin var frálíkur og skrálaði av heilum hjarta. Hetta var ein flokkur av ræðandi illum monnum, og tú føldi, at teir høvdu okkurt á hjarta.
Eitt forkunnugt innslag var Suður afrikanski Martin Rocka And The Sick Shop. Ein rokkabilly bólkur við einum garrvillum manni í silkislábrokk og masku, sum byrjaði konsertina við at siga, There are only three kings: Drinking, Fucking and Elvis, so var støðið lagt. Teir buldraðu avstað við eini tí festligastu framførsluni á kvøldinum.
Tann filipinski Hasselhoff
Landið við flest luttakandi bólkum var Filipinirnar, ikki færri enn 800 bólkar søktu um luttøku og 200 komu í innleiðandi umførini. Av hesum gjørdist The Authority vinnari. Her var talan um ein bólk, ið spældi væl, og filipinsku fjeppararnir og miðlarnar vóru væl umboðaðir frammman fyri pallin. Men tónleikurin var, sum tey verru grandprix løgini í 80unum ella útgávurnar hjá David Hasselhoff. Mentan er ymisk frá landi til lands. Hetta vísti kanska meira enn nakað annað styrkina í GBOB. Tónleikarar og tónleikaáhugaði úr 24 ymiskum londum hittast og skifta um mentanarupplivingar. Hetta er stórsligið og sera, sera flott.