Eru eitt stig frá oddinum og tvey stig frá nr. 5

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hjálparvenjarin hjá KÍ heldur bæði beinini á jørðini nú gongdin er framúr hjá KÍ

Liðið við tí størsta fjepparaskaranum í Føroyum hevur havt sín besta fyrsta triðing í landskappingini í hesari øldini, men tað fær ikki hjálparvenjaran hjá KÍ, Agnar Frederiksen at fara upp at flaksa.

 

- Vit eru eitt stig frá oddasessinum, men vit eru eisini tvey stig frá fimta plássinum, slær Agnar Frederiksen fast, og minnir fólk á hvussu skjótt tað kann verða í fótbólti.

 

Agnar Frederiksen er nøgdur við dagsins avrik ímóti B68, har KÍ reisti seg beinavegin, tá B68 kom á odda 1-0. Agnar Frederiksen er eisini glaður fyri avrikið hjá KÍ fyrst triðingin av kappingini. Um Jóannes Bjartalíð, sum skeyt hattrick í dag staðfestir Agnar Frederiksen, at talan er um ein framúrskarandi spælara, men ungi áleyparin eigur framvegis at arbeiða fyri at gerast betur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Agnar Frederiksen á Rás2 fyrr í dag.