Eru føroyskar kommunur klárar at yvirtaka eldraøkið?

Omanfyri nevnda spurning havi eg mangan sett mær sjálvum.

Ikki tí, eg eri onga løtu í iva um, at tað eru tær í nógvum førum. Men so skal arbeiðslagið broytast munandi!

Hugsi um, at mangan tá okkurt ikki riggar, so eru kommunurnar skjótar at leggja dent á, at hesum málinum hevur landið alla ábyrgdina av, meðan tá okkurt riggar, so er tað kommunalu politikararnir, ið hava rós uppiborið fyri tað.

Fremstur í hesum kóri er góði vinur mín, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Eg skal taka okkurt aktuelt dømi:

Stutt fyri jól samtykti løgtingið at taka av stuðul til kommunalu dagtilhaldini, ein stuðul, ið var 4 milliónir árliga.

Beinan vegin vóru fleiri kommunur klárar at ákæra landið fyri at steingja øll dagtilhaldini.

Eg skal ikki vera ósamdur í, at eldrarøktin er landsmál og ikki kommunal.

Men hinvegin so hava nógvar kommunur stovna kommunal dagtilhald, ið hava fingið ein ávísan stuðul úr landskassanum.

Hjá Sunda kommunu er støðan tann, at hetta dagtilhald sambært fíggjarætlanini fyri 2009 kostar tilsamans 279.000 kr., og av hesum var stuðulin úr landskassanum 45.000 kr.

Kann man so siga, at landið steingir dagtilhaldið, tá landsins partur bert er 16%? Eg haldi ikki! Hetta má ein kommuna klára, um hon heldur seg til at yvirtaka eldraøkið í framtíðini!

Hoyrdi um dagarnar, at Tórshavnar kommuna hevði trupult at finna eina millión til dagtilhaldini.

Samstundis biður hendan kommunan um at gerast royndarkommuna á eldraøkinum.

Sig mær, hvussu kann Tórshavnar kommuna nakrantíð koma at umsita eldraøkið, tá hon ikki kann finna eina millión til dagtilhald burtur úr einari fíggjarætlan, ið liggur um hálva milliard?

Eitt annað dømi eru røktarheim og dagtilhald.

Um hetta økið verður mangan sagt, at hetta er 100% landið, ið hevur tað.

Men tað passar ikki. Tað hevur tað heldur ikki verið gjøgnum tíðirnar.

Skipanin fyrr var tann, at kommunurnar rindaðu 10% av rakstrinum og 15% av íløgunum. Ikki nakar stórur partur, men økið var so ikki 100% lands.

Síðani vórðu umskipingar gjørdar í fíggjarbýtinum millum landið og kommunurnar, eg haldi at tað var tá barnaansingarøkið varð lagt út.

Tá gjørdist raksturin av sambýlum og røktarheimum landsins partur burturav. Tó so, náttarvaktin á sambýlunum bleiv kommunal.

Fyri einum 6-8 árum síðani varð nýggj skipan gjørd um bygging av sambýlum og røktarheimum, soleiðis at landskassin rindaði 50.000 kr. fyri hvørt pláss á sambýlum og 500.000 kr. fyri hvørt røktarheimspláss. Restina av íløgunum skuldu kommunurnar standa fyri.

Hetta var ein skipan, ið fyrst varð gjørd til røktarheimið Mørkina í Streymnesi, men brátt gjørdist skipanin landsumfatandi.

Kommunurnar í Eysturoy og tær í Norðstreymi, sum í dag eru partur av Sunda kommunu, settu tá eldraøkið ovast á dagsskránna, og strektu seg sera langt at fremja neyðugu útbyggingarnar á økinum.

Og tað hevur borið frukt. Sá í einum blað herfyri, at seinastu 6 árini eru 89 røktarheims- og sambýlispláss komin í Eysturoy, meðan bert 42 eru komin í Suðurstreymoy somu tíðina.

Hetta vísir tíðuliga, hvussu kommunurnar hava raðfest eldraøkið!

Hevði Tórshavnar kommuna raðfest eldraøkið eins høgt og kommunurnar í Eysturoy tá fyri 6-8 árum síðani, so høvdu millum 150 og 200 pláss verið komin afturat har – í staðin fyri 42.

Og so høvdu hesir trupulleikar ikki verið so stórir, sum teir eru í dag.

Eg haldi ikki, at Tórshavnar kommuna bert kann skjóta við skørpum eftir landsins myndugleikum í hesum máli, tey máttu eisini kunna hugt eftir sínum egna leikluti.

Í heila tikið mega landsins myndugleikar og kommunurnar fáa í lag betri samskifti við hvønn annan í staðin fyri at liggja í hvør sínum skotgrøvum og skjóta alment eftir hvørjum øðrum.

Skal nakað munagott koma burturúr, mega vit hava konstruktivar samrøður innanhýsis fyri at loysa málini, í staðin fyri at kappast at fara í fjølmiðlarnar at skylda upp á hin partin.

Duga vit ikki tað, so trúgvi eg onki uppá, at slík stórmál verða røkt til fulnar, um tey verða løgd til kommunurnar.