Eru trygg ræðisrættindi mennandi fyri eina vinnu?

Thormund Johannesen, Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.
---

Var fyri stuttum á fundi í stórari koncern, sum eigur umleið 40 skipasmiðjur runt um í heiminum, ið smíðaðu fleiri enn 200 skip í 2012.
Koncernin smíðar mong sløg av skipum, og marknaðurin fyri at kalla allar skipabólkar hevur verið rímiliga góður seinastu mongu árini vistu sølumenninir at siga frá, men eitt undantak er tó, og tað eru fiskiskipini. Tað verða ikki smíðað so nógv fiskiskip, og fiskiskipini hava sum heild eisini ein nógv hægri meðalaldur enn aðrir skipabólkar.
Tá ið eg spurdi hesar sølumenn, sum arbeiða á alheims skipamarknaðinum, hví so mundi vera, kom eitt sera áhugavert svar:
“Ein avgerandi munur millum fiskiskip og aðrar skipabólkar, er, at aðrir skipabólkar kappast um marknaðin, meðan fiskiskip í flestu londum fáa tillutað egin fiskirættindi fyri eitt longri- ella óavmarkað tíðarskeið.”
Eitt sera áhugavert svar, helt eg, og kom at hugsa um Mærsk, sum fyri stuttum kunngjørdi, at teirra mál frá 2007, um at minkað CO2-útlátið við 20% fram til 2020, longu var nátt í 2012, og at nýtt mál um 40% minni CO2-útlát í 2020 í mun til 2007 nú var sett.
Orsøkin til framburð og góð úrslit hjá Mærsk eru at finna í eini áhaldandi menning av kappingarparametrum til tess at varðveita og helst eisini vaksa um sín part av marknaðinum.
Hugsa vit okkum harafturímóti, at flutningur millum til dømis fjareystur og Evropa var kvoteraður, og Mærsk, og onnur reiðarí við, høvdu ræðisrættindi til ávísan procentpart av flutninginum í óavmarkaða tíð, tó við eini uppsagnartíð á 7 til 9 ár; hvussu hevði flotin av stórum bingjuskipum so sæð út?
Tá hevði ikki verið neyðugt áhaldandi at ment flotan, til tess at tryggja sær sín part av marknaðinum, tí hann var givin frammanundan. Úrslitið hevði helst verið eldri óøkonomisk skip og hægri flutningskostnaðir fyri okkum øll.
Nei ikki er vist, at trygg ræðisrættindi eru mennandi fyri eina vinnu, tí hesi kunnu saktans gerast ein koddi, eins og stuðul er tað!
Í einum landi har fiskivinnan hevur so nógv at siga fyri búskapin, sum her hjá okkum, er tað av alstórum týdningi, at fortreytirnar fyri vinnuni eru tær samfelagsliga bestu.