ES ætlar at seta 250 russar og feløg aftrat revsitiltakslistanum

ES-londini kunnu mánadagin samtykkja at seta 250 russiskar persónar og eindir aftrat revsitiltakslistanum móti Russlandi.

ES-uttanríkisleiðarin, Kaja Kallas, vónar, at ES mánadagin kann seta 250 russiskar persónar og eindir aftrat revsitiltakslistanum. **Mynd: Amel Emric/Reuters/Ritzau Scanpix


Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, undan fundinum hjá uttanríkisráðharrunum í Brússel.

 

Hon sigur, at talan verður um størstu einstøku víðkanina av revsitiltakslistanum higartil, og at hon er eitt svar upp á russisku álopini á sivilar seinastu vikurnar.

 

Enn er tó eingin semja um 21. revsitiltakspakkan hjá ES móti Russlandi.

 

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sigur, at hann fer at trýsta á fyri at fáa allan pakkan samtyktan skjótast gjørligt.

 

– Vit skulu hava tey harðastu revsitiltøkini, sum hugsast kunnu, móti Russlandi. Um vit ikki fáa pakkan samtyktan í dag, so vóni eg, at tað verður innan fáar dagar, sigur hann.

 

Ein av orsøkunum til drálið er, at fleiri ES-lond óttast fyri búskaparligu avleiðingunum. Millum annað er enn eingin semja um bann fyri tænastum til russisk oljuskip ella um forboð móti ávísum tænastum í sambandi við útflutning av russiskum gassi.

 

 

 

ES-uttanríkisleiðarin, Kaja Kallas, vónar, at ES mánadagin kann seta 250 russiskar persónar og eindir aftrat revsitiltakslistanum. **Mynd: Amel Emric/Reuters/Ritzau Scanpix