Dimma.fo skrivar nú í morgun um brúðarpar, sum hevur nógv á skránni í dag. Vígslan verður í Vesturkirkjuni klokkan 12, og eftir myndatøku og tað, sum hoyrir til í tí sambandi, fer brúðgommurin vestur til Miðvágs at rógva við 8-mannafarinum Ørvi. Flaggtíðin er sett at vera klokkan 16.40, og tey hava boðið í brúdleyp klokkan 18. Sí leinkju til greinina dimma.fo
https://www.dimma.fo/grein/brudgommurin-fer-ur-kirkjuni-og-at-rogva-kapp











