ES nevndin vil raka olju og gimsteinar hjá Russlandi

Í uppskotinum hjá ES nevndini til tólvta pakkan við revsitiltøkum ímóti Russlandi eru forboð ímóti innflutnignin av gimsteinum.

 

ES nevndin og uttanríkisstjórin í ES, Josep Borrell, eru í dag vorðin samd um 12. pakkan við tiltøkum ímóti Russlandi. Foto: Philipp Von Ditfurth/Ritzau Scanpix

ES nevndin er til reiðari við einum uppskoti til tólvta pakkan av revsitiltøkum ímóti Russlandi.

Tað leggur upp til, sambært tíðindastovuni Reuters, at banna innflutningi av gimsteinum og flótandi oljugassum.

Tað eru í fyrstu atløgu talan um eitt uppskot. Pakkin við tiltøkum skal góðkennast av øllum ES londunum, sum skulu verða samd, fyri at tiltøkini skulu setast í gerk. Harvið kann talan verða um broytingar, áðrenn pakkin er klárur.

Men eydnast tað ES nevndini at koma á mál við uppskotinum, fer tað eisini at fevna um fyriskipanir, sum skulu forða Russlandi í at sleppa undan einum oljulofti.

Sambært Reuters eru hinvegin í tekstinum ikki tilsiping til kanningar av russiskum tankaskipum í donskum sjóøki.

Í dag hevði blaðið Financial Times annars eina grein, har tey út frá ónevndum keldum løgdu upp til, at Danmark kanska skuldi forða russiskum oljutangaskipum.

Samráðingarnar um nýggju tiltøkini verða helst komandi dagarnar og vikurnar við vón um at røkka á mal fyri ES toppfundin í desember.

Í dag segði uttanríkisstjórin í ES, Josep Borrell, soleiðis um pakkan:

– Um ES londini góðkenna uppskotið, fer tólvti pakkin at fevna um fleiri tiltøk ímóti einstaklingum. Tað verða nýggj útflutningsforboð ímóti eitt nú gimsteinum.

– Og tað verða tiltøk fyri at stramma oljupríslofti fyriat minka um inntøkurnar, sum Russland fær fyria t selja olju sína. Ikki til okkara, men til onnur, segði Borell.

Í pakkanum eru eisini tiltøk, sum skulu forða fyri at Russland kann smoyggja sær undan tiltøkum. Tað var eisini eitt av høvuðsmálunum í 11. pakkanum við tiltøkum.

Har fór ES ímóti triðjalondum, sum snúgva sær undan tiltøkum við at útflyta til Russland.

Í fyrra pakkanum vóru eisini tiltøk ímóti einstaklingum. Tað kunnu vera persónar í Russlandi ella løgfrøðisligar eindir sum russisk virki.

Pakkin kom upp á pláss eftir drúgvar samráðingar, sum millum annað vórðu merktar av trupulleikum við at finna eitt løgfrøðisligt grundarlag fyri at kunna seta tiltøk í verk í móti teimum uttan fyri ES, sum arbeiða ímóti tiltøkunum.

Tað hava tó eisini verið tekin um ósemjur millum ES londini so hvørt sum tiltøkini verða herd. Eitt nú hevur Ungarn verið serliga atfinningarsamt um at halda fram við nýggjum tiltøkum.

/ritzau/

 

ES nevndin og uttanríkisstjórin í ES, Josep Borrell, eru í dag vorðin samd um 12. pakkan við tiltøkum ímóti Russlandi. Foto: Philipp Von Ditfurth/Ritzau Scanpix