Avtalan varð undirskrivað á einum hátíðarhaldi í Brússel og verður mett sum enn eitt stig á leiðini at bøta um sambandið millum Bretland og ES eftir brexit.
Við avtaluni verður marknaðareftirlitið avtikið í samsvari við Schengen-reglurnar. Tað fer at gera gerandisdagin lættari hjá teimum umleið 15.000 fólkunum, sum hvønn dag fara um markið millum Gibraltar og Spania, ofta í sambandi við arbeiði.
Gibraltar er eitt bretskt yvirhavsøki sunnan fyri Spania. Bretland hevur havt ræði á økinum síðani 1713, men støðan hjá Gibraltar hevur verið eitt stríðsmál, serliga síðani Bretland fór úr ES.
Millum tey, sum undirskrivaðu avtaluna, vóru ES-nevndarlimurin Maroš Šefčovič, bretskir og spanskir ráðharrar og stjórnarleiðarin í Gibraltar, Fabian Picardo.











