Estland á veg til EM endaspælið

Estland skal saman við sjey øðrum londum stríðast um fýra tey seinastu atgongumerkini til EM endaspælið í summar. Serbia tapti í kvøld móti Slovenia, so Estland endar á øðrum plássi.

 

Tað eru bara nakrir mánaðir síðani, at Føroyar vunnu á Estlandi á Svangaskarði. Hvør skuldi tá trú, at estlendingar eftir seinasta umfarið í undankappingini fór at standa eftir við næstfremsta plássinum.

 

Estland hevði longu undan umfarinum í kvøld spælt allar sínar dystir, og tí kundu estlendingar bara sita heima og bíta negl, meðan Serbia stríddist fyri sínum møguleika í Slovenia. Serbia skuldi vinna dystin, og tí kom tað illa við, tá Dare Vrsic legði Slovenia á odda stutt fyri hálvleik. Serbia megnaði ikki at svara aftur, og sostatt er ein tann størsti EM skelkurin hesa ferð veruleiki.

 

Italia, sum longu undan síðsta umfarinum hevði tryggjað sær víðari luttøku sum vinnari av bólkinum, vann í kvøld 3-0 á Norðurírland.

 

Bólkur C:

Slovenia – Serbia 1-0 (1-0)

1-0 Dare Vrsic, 45+1

 

Italia – Norðurírland 3-0 (1-0)

1-0 Antonio Cassano, 21

2-0 Antonio Cassano, 53

3-0 Gareth McAuley, 75 sjálvm

 

Støðan í bólkinum:

 

1. Italia 26

2. Estland 16

3. Serbia 15

4. Slovenia 14

5. Norðurírland 9

6. Føroyar 4

Italia beinleiðis víðari, meðan Estland skal spæla um at koma víðari.