Europa Cup: Elias verður ikki við

H71 spælir fríggja- og sunnukvøldið ímóti slovenska stórfelagnum Maribor - men uttan stórtalentið, Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið ikki fær spælt vegna sjúku

Dystirnir ímillum H71 og Maribor verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokka 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

Fríggjakvøldið og sunnukvøldið spælir H71 fyri fyrstu ferð í evropiskari kapping. Mótstøðuliðið er siðvanda slovenska felagið, RK Maribor, ið skulu spæla ímóti skerdum Føroyameistarum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið millum annað var valdur týdningarmesti leikari tá ið Føroyar vunnu European Open kappingina, sleyg sítt navn fast í vaksnamannahondbólti, tá ið hann skeyt níggu mál í stórsteypadystinum ímóti Neistanum fyri fýra vikum síðani. Síðani spældi hann aftur ímóti Neistanum, áðrenn hann breyt nøsina í dysti ímóti VÍF 18. september.

Hoyvíkingurin skuldi halda stuttan steðg, men nú er hann vorðin sjúkur, og Einar Jónsson, venjari hjá H71 staðfestir fyri in.fo í dag, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki fær spælt dystirnar ímóti RK Maribor í vikuskiftinum.