Europa Cup: Hesaferð er ísraelska liðið greiður favorittur

Fýra altjóða veddingarfyritøkur hava Holon Yuvalim eisini at vinna seinna Europa Cup dystin á Neistanum

Mynd: Neistin

Ígjár taptu neistamenn greitt 23-34 (11-17) fyri Holon Yuvalim úr Ísrael í tí fyrra dystinum í 1. umfarinum í Europa Cup kappingini.

 

Undan dystinum ígjár høvdu tvær veddingarfyritøkur Neistan sum greiðan favoritt, men nú hava veddingarfyritøkurnar vent á einum borðiski aftaná úrslitið av fyrra dystinum millum Neistan og Holon Yuvalim.

 

Fýra altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á seinna dystin millum Neistan og Holon Yuvalim, ið byrjar klokkan 17 í høllini á Hálsi í Havn.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Neistan eru 3,94.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Holon Yuvalim eru bert 1,36.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: Neistin