Europa Cup: Team Klaksvík tapti við fimm málum

Team Klaksvík fekk í dag eitt frægari úrslit móti Sloboda Tuzla í mun til dystin ígjár

Mynd: Team Klaksvík

Team Klaksvík tapti eisini seinna dystin fyri bosniska liðnum, Sloboda Tuzla í fyrsta umfarinum í Europa Cup kappingini.

 

Ígjár tapti Team Klaksvík 19-30 (7-15).

 

Í dag gekk munandi frægari. Dysturin í dag endaði við einum 23-18 sigri til Slobodan Tuzla, ið var á odda 17-11 í steðginum. Team Klaksvík vann sostatt seinna hálvleik 7-6.

 

Sloboda Tuzla vann sostatt ein samlaðan 53-37 sigur.

 

Team Klaksvík hevur tó skrivað søgu við fyrstu evropeisku dystunum nakrantíð í søgu felagsins. 

 

Team Klaksvík: Nikolao Bliznov 5, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Ludvík Súnason 2, David Henigman 1, Brian Slyne 1, Dávid Danielsen 1, Suni E. Dalsgaard 1, Beinir Johannesen 1, Petur Martin Eliasen 1. 

 

(Eitt mál manglar í dómaraseðlinum hjá EHF)

 

Mynd: Team Klaksvík