Áki D. Samuelsen var á vøllinum í 70 minuttir, og hann fekk gula kortið fyri kjaftaslit, tá lið hansara, Mjällby spældi fyrra røkk støkk dystin móti eysturríkska liðnum, Salzburg um rættin at spæla í deildarspælinum í Europa League.
Tá farið var í holt við tíðini dómarin hevði lagt aftrat var støðan javnleikur 0-0. Í yvirtíðini gjørdi 36 ára gamli verjuleikarin hjá Mjällby, Tom Pettersson sjálvmál, og nú kann Salzburg ferðast heim til Eysturríkis við einum ótrúliga góðum útgangsstøði.
Martin Agnarsson kom ikki á vøllin fyri Mjällby í kvøld.
Returdysturin verður leiktur í Eysturríki komandi hóskvøld klokkan 18.
Undan dystinum í Hällevik í kvøld var Salzburg favorittur, og favorittstøðan verður ikki minni nú Salzburg verður á heimavølli, og hevur vunnið dystin á útivølli.
Um Mjällby er fyri samlaðum tapi aftaná seinnu uppgerðina í Salzburg, so skal liðið hjá Áka og Martini royna seg í deildarspælinum í Conference League.











