Avtalan um keypið varð gjørd sunnukvøldið, og starvsfólkini hjá Eysturlon vórðu kunnað um eigaraskiftið í gjár. Keypsprísurin verður ikki upplýstur.
Nýggju eigararnir eru Fróði Sigvardsen, sum millum annað er kendur frá Handlinum hjá Fróða, og Árni Rasmussen, sum er kendur frá millum annað sum stjóri í íløgufelagnum Tjaldri og Reyniservice og Auto Service.
Teir hava stovnað íløgufelagið SR Invest, sum hevur keypt Eysturlon Sp/f. Feløg hjá teimum báðum eiga hvør sína helvt av SR Invest.
– Ætlanin er at reka Eysturlon víðari, sum fyritøkan verður rikin í dag. Vit ætla ikki at gera nakrar stórvegis broytingar. Eysturlon er kent fyri dygd, og bæði starvsfólkini og tað, sum fyritøkan stendur fyri, skulu varðveitast, sigur Fróði Sigvardsen.
Leita eftir nýggjum stjóra
Jógvan Hans Østerø, sum hevur átt og rikið Eysturlon, heldur fram í eina tíð, men fer síðan frá. Nýggju eigararnir fara tí beinanvegin undir at leita eftir einum nýggjum stjóra.
Eysturlon hevur tilsamans góð 40 starvsfólk, tá umsitingin verður tald við. Sambært Fróða Sigvardsen eru øll starvsfólkini føroyingar.
– Eysturlon hevur gott orð á sær, og vit ætla at royna at føra fyritøkuna víðari eftir sama leisti. Hon hevur dugnalig starvsfólk og nógvar verkætlanir í gongd, sigur hann.
Sjálvt virksemið heldur fram í verandi hølum á Hálsi. Jógvan Hans Østerø eigur bygningarnar gjøgnum eitt annað felag, og Eysturlon fer framhaldandi at leiga teir.
Fleiri verkætlanir í gongd
Fróði Sigvardsen sigur, at hann hevur í løtuni fleiri verkætlanir, bæði grundstykki og bygging av íbúðum, handilsbygningum og skrivstovubygningum.
Hann eigur sjálvur einar tíggju bygningar, meðan Árni Rasmussen hevur fleiri bygningar í Eysturoynni. Nýggja eigarasamansetingin kann tí geva Eysturlon fleiri møguleikar framyvir.
Ein av møguligu verkætlanunum er íbúðarbygningurin við Heygsvegin í Havn, har stoypiarbeiðið er gjørt, men sjálv byggingin er ikki byrjað.
Eisini er ætlanin at umbyggja gamla Dimmalætting-bygningin til skrivstovur hjá tí almenna. Bæði bygningurin og gamla prenthøllin skulu umvælast frá grundini. Eysturlon hevur ikki sáttmála um arbeiðið, men felags eigaraáhugamálini gera, at byggifyritøkan nú kann koma upp í verkætlanina.
– Hetta sær gott út frameftir. Møguleikarnir verða nógv betri nú, sigur Fróði Sigvardsen.










