Sløkkið Facebook og finnið eina felags loysn

Stríðið um ætlaðu súkklubreytina við Vesturvarða er farið av sporinum, heldur Guttormur í Skála, býráðslimur fyri Borgaralistan

Hann heitir í einum uppslag á Facebook á rossafólk og súkklarar um at leggja stríðið til viks og finna eina loysn, sum tryggjar báðum pørtum atgongd til økið.

 

Guttormur í Skála leggur dent á, at hann nevnir farleiðina „Gøtuna um Vesturvarða“ og ikki „Rossagøtuna“.

 

Hann heldur, at kjakið kann geva ta fatan, at rossafólk hava einarætt til gøtuna, sum eisini verður nevnd SEV-gøtan. Sambært honum gjørdi Leif Berg í samstarvi við rossafeløgini fyrsta partin av gøtuni, meðan Tórshavnar kommuna hevur goldið løn og tilfar til størsta partin.

 

Ikki øll rossafólk eru samd

 

Guttormur í Skála sigur seg hava tosað við fleiri rossafólk, sum ikki taka undir við hørðu mótstøðuni móti súkklubreytini.

 

– Fleiri halda ikki, at breytin er ein trupulleiki, tá hon liggur 30 metrar frá gøtuni. Men ein loysn má finnast við íbindingarnar, sigur hann.

 

Sambært Guttormi hava súkklarar eisini sagt seg vera sinnaðir at flyta breytina fimm til tíggju metrar longur inn í lendið. Frástøðan frá gøtuni hevði tá verið 35–40 metrar.

 

Hann leggur samstundis dent á, at virksemið hjá Leifi Berg og Jacklin Durhuus skal kunna halda fram. Tey reka ríðiskúla og ríða millum annað við fólki, sum hava ymiskar avbjóðingar, og við ferðafólki.

 

– Tey skulu sjálvandi kunna reka virksemið trygt og væl. Tað sigur seg sjálvt, sigur Guttormur í Skála.

 

Vil halda kjakið til málið

 

Brandur í Dali, formaður í Ríðisambandi Føroya, hevur í einum lesarabrævi heitt á súkklarar um at halda seg til fakta. Guttormur tekur undir við sjálvum boðskapinum, men heldur ikki, at formaðurin altíð ger tað sama.

 

Hann vísir millum annað á, at eldri tekningar, sum sambært honum langt síðan eru sleptar, hava verið tiknar fram aftur í kjakinum.

 

– Tað gruggar málið. Málið snýr seg um eina súkklubreyt, sum ætlandi skal liggja 30 metrar frá gøtuni, og um trygdina hjá reiðfólki, sigur hann.

 

Guttormur heldur heldur ikki, at dømi um ross, sum eru kløkk av bilum, ella kjak um ólógliga bilkoyring á gøtuni hevur beinleiðis samband við ætlaðu súkklubreytina.

 

Hann setur eisini spurnartekin við upplýsingina um, at 100 ross ganga eftir gøtuni um dagin.

 

Rossafólk sluppu ikki inn

 

Nina Brockie segði við Kringvarpið, at umboð fyri rossafólk vóru boðin á fund í kommununi, men at tey ikki sluppu inn.

 

Guttormur í Skála sigur, at úthurðin hjá kommununi helst varð stongd klokkan 16, tá starvsfólkini í móttøkuni vóru farin til hús.

 

– Høvdu tey ringt til onkran av okkum, høvdu vit sjálvandi komið út og latið upp. Tað er gjørt áður, sigur hann.

 

Hann vísir aftur, at býráðslimirnir longu høvdu tikið støðu til málið, soleiðis sum Nina Brockie sambært honum hevur ført fram.

 

– Eg veit ikki, hvussu hon kann vita tað, tí eg veit tað ikki sjálvur. Tað eru illgitingar og ikki fakta, sigur hann.

 

Nina Brockie hevur eisini sagt, at rossafólkini kendu tað, sum vóru tey til avhoyringar á fundinum. Guttormur svarar, at súkklararnir, sum vóru á fundi beint frammanundan, fingu fleiri spurningar frá honum enn rossafólkini.

 

– Skal eg fáa svar viðurskifti, sum eg ivist í, má eg spyrja, sigur hann.

 

Málið kann framvegis broytast

 

Málið liggur nú hjá Yvirfriðingarnevndini. Tað merkir tó ikki, at arbeiðið við einari semju er steðgað, sigur Guttormur í Skála.

 

Sambært honum ber framvegis til at kanna, um breytin kann tillagast, minkast, broytast ella flytast, so hon verður trygg og nýtilig hjá bæði reiðfólki og súkklarum.

 

Yvirfriðingarnevndin hevur víst á, at møguligt er at leggja súkklubreytina nærri vindmyllunum. Guttormur sigur seg ikki vita, um tað er ein líka góð loysn, men vísir á, at fjallasúkklarar ikki eru samdir í tí.

 

Hann heldur eisini, at ross, sum skulu út millum fólk, eiga at venjast við ymisk ljóð, flaksandi klæði og aðrar óvæntaðar støður. Ross kunnu eisini verða kløkk av gongufólki og rennarum, vísir hann á.

 

Ákærur hoyra ikki heima í kjakinum

 

Guttormur í Skála finst at Brandi í Dali fyri alment at hava sett spurnartekin við, um Sersambandið fyri súkkling hevur brúkt pengar frá ÍSF uttan heimild.

 

– Um formaðurin í Ríðisambandinum hevur slíkar illgrunar, eigur hann at taka teir upp innanhýsis í ÍSF. Tað hevur ikki beinleiðis samband við hetta málið og er við til at grugga kjakið, sigur hann.

 

Býráðslimurin endar við einari áheitan á allar partar:

 

– Eg hevði ynskt, at allir partar hildu seg til fakta, sløktu Facebook og settu seg við eitt borð at tosa siðiliga saman um, hvat kann gerast. Tað eigur at verða gjørt, áðrenn skotgravirnar verða ov djúpar.