Tað endaði málleyst, tá ið KÍ í UEFA Conference League í kvøld í Klaksvík hevði vitjan av Riga FC. Hetta var fyrri røkk ella støkk dysturin. Tann seinni verður í Riga um eina viku. Tá fæst at vita, um tað verður Riga ella KÍ, sum í heyst fer at spæla europeiskt bólkaspæl.
Nú KÍ spælararnir hava summað seg og rinda møðina eftir javnleikin í kvøld, sum ber eitt stig við sær til europeiska roknskapin hjá føroyskum ófótbólti, so verður altjóða fótbóltur skúgvaður til viks.
Nú ræður tað um hjá spælarunum og teimum kring KÍ liðið at savna seg um næstu stóru og avgerandi uppgávuna í heimligu kappingini. Tað verður sunnudagin klokkan 15 ella um 65 tímar. Tá verður tað toppdystur í Meistaradeildini, tá ið oddaliðið NSÍ fer til Klaksvíkar. NSÍ 40 stig, og KÍ hevur 37 stig.
-Vit ætlaðu okkum at vinna í kvøld. Tá ið tað ikki eydnaðist, so er javnleikur næstbesta úrslitið, og vit rokna framvegis við møguleikanum, at tað fer at eydnast at vinna okkum í europeiskt bólkaspæl, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð.
Tíggju minuttir undan leikloki avloysti Dávid Reynheim liðformannin, og fram ímóti dystarenda var tað um reppið, at Dávid Reynheim eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg og við høvdinum sendi bóltin í handara stólpan.
Tað reið støðugt um snarið. Gestirnir vóru í løtum meiri á bóltinum, og KÍ var í løtum meiri á bóltinum. Í trimum førum høvdu gestirnir góðar royndir, men Mark F. Jensen í KÍ málinum bjargaðir væl eisini tá ið talan var um ein ímóti einum støðu.
Í fyrra hálvleiki hevði Sinyan góðan møguleika eftir horna úr høgru, men hann rakti ikki bóltin, og so var tann møguleikin burtur.
Í seinna hálvleiki legði KÍ fyri við betri fótbóltsspæli enn undan steðginum, og í høgru hjá Jóannesi K. Danielsen og Árna Frederiksberg var onkra ferðina talan um gott uppspæl og innlegg, men tað eydnaðist ikki at fá bóltin í málið. So var Riga meiri á bóltinum, men KÍ verjan stóð seg væl.
Kanska kendist tað væl, at hondbremsurnar vóru uppi, tí talan var um fyrra av tveimum dystum, og tað verður um eina viku, at alt verður avgjørt.











