European Cup: H71 tapti greitt fyri Brixen

Tað gjørdist tap við sjey málum hjá hoyvíkingum í kvøld

Mansliðið hjá H71 hevur í kvøld spælt fyrra dystin í European Cup í Suðurtirol í Italia.

 

Mótstøðuliðið var SSV Brixen.

 

Brixen vann í einum málríkum dysti 40-33 á H71. Í steðginum var Brixen á odda 20-14.

 

Returdysturin verður spældur leygardagin 26. oktober klokkan 16.

 

H71: Jákup Egholm 7/8, Jón Rói Mohr Høgnesen 6/8, Rókur Ziskason 6/9, Høgni Højsted 4/5, Jón Midjord 3/3, Høgni Heinason 3/7, Brian Slyne 3/10, Haraldur Karlsson 1/1.

 

Bjargingar: Torstein Sivertsen 9/49.