European League: Enn ein sigur til Kiel og Elias - Dánjal var toppskjútti hjá Fram

Uttan Vilhelm Poulsen tapti Hannover-Burgdorf

Mynd: RÚV

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel er ikki til at steðga í bólki B í EHF European League.

 

Aftaná fimm umfør hevur Kiel fult stigatal, 10 stig fyri fimm dystir. 

 

Í kvøld vann Kiel greiðan 33-25 útisigur á pólska liðnum, Ostrów Wielkopolski. Í fyrra hálvleiki leikaði tó javnt á, og í steðginum var Kiel bert á odda við einum máli, 16-15.

 

Elias skoraði trý mál upp á fýra málmøguleikar.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram taptu stórt á útivølli 30-44 fyri Porto í bólki D. Longu í steðginum var klokkan sligin. Tá var Porto á odda heili 23-10.

 

Dánjal gjørdi tó ein góðan figur hjá Fram. Hann var greiður toppskjútti hjá Fram við átta málum. 

 

Fram er langt aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Uttan Vilhelm Poulsen tapti Hannover-Burgdorf á heimavølli í bólki G 31-34 fyri Fredericia. Í steðginum var danska liðið á odda við einum máli, 17-16.

 

Tað var stórur skaði fyri Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof, at Hannover-Burgdorf tapti fyri Fredericia í kvøld, tí nú kann Sävehof ikki longur røkka øðrum plássinum.

 

Undan seinasta leikumfarinum hevur Hannover-Burgdorf átta stig, Fredericia hevur sjey stig, og Sävehof hevur fýra stig. Tatran Presov er aftast við einum stigi. 

 

 

 

 

 

Mynd: RÚV