Um 20 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at unglingar kastaðu egg eftir bilum í Havn. Teir fjaldu seg í Plantasjuni, haðani teir tveittu eggini, sigur vaktleiðarin, sum ávarar ímóti slíkum, tí tað er vandamikið at kasta lutir eftir koyrandi bilum, skjótt er, at bilførari kann missa tamarhaldið av slíkum.
Tað kom kortini eingin skaði á bilin, sigur vaktleiðarin, sum ikki heldur slíkt vera serliga smart.











