Í kvøld spældu Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne dyst á útivølli í næsbestu donsku hondbóltsdeildini.
Dysturin var móti Tønder, og talan gjørdist um ein málríkan dyst, har suðuroyggjamenn knógvaðu ein sigur. 37-33 endaði tað til Team Sydhavsøerne, ið nú er næstfremst í deildini við 18 stigum. Skive er fremst við 22 stigum.
Tað lá serliga væl fyri hjá suðuroyggjamonnum í fyrra hálvleiki. Teir vóru á odda 21-15 í steðginum.
Pauli skoraði fýra mál, og Pætur skoraði eitt mál.
Komandi leygardag klokkan 14 hevur Team Sydhavsøerne dyst á heimavølli móti Norddjurs.











