Tað gekk væl hjá liðunum hjá Vilhelmi Poulsen og Jóhan á Plógv Hansen í EHF European League í kvøld.
Vilhelm og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu í útidysti í bólki 4 stórsigur 36-24 á sveisiska liðnum, Kadetten Schaffhausen. Í fyrra hálvleiki var sveisiska liðið betri við, og í steðginum var Hannover á odda 15-13.
Vilhelm skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir.
Hannover er fremst í bólkinum við seks stigum. Fredericia og Kadetten Schaffhausen hava fýra stig hvør, og Nexe er aftast við tveimum stigum.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg Aarhus vunnu í heimadysti í bólki 2 greiðan 32-25 sigur á norska liðnum, Elverum. Í steðginum var Skanderborg Aarhus á odda 14-12.
Jóhan skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir.
Skanderborg Aarhus er fremst í bólkinum við seks stigum. Elverum og Porto hava fýra stig hvør, meðan Granollers er aftast við tveimum stigum.
THW Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu vann í útdysti í bólki 1 37-32 (18-15) á spanska liðnum, Bidasoa Irun.
Kiel er fremst í bólkinum við átta stigum, og Flensburg Handewitt er nummar tvey við seks stigum. Montpellier hevur tvey stig, meðan Bidasoa Irun er aftast við ongum stigi.











