Norska kringvarpið NRK hevur áður almannakunngjørt eina meiningakanning, sum vísti stóra undirtøku fyri konginum. Stuðulin til restina av kongsfamiljuni er munandi minkaður. Norska kongshúsið hevur seinastu tíðina verið undir stórum trýsti. (Savnsmynd). - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix

Haraldur kongur innlagdur á sjúkrahús

Persónligi læknin hjá Haraldi kongi er farin til sponsku frítíðaroynna Tenerife, har norski kongurin er innlagdur.

Norska kringvarpið NRK hevur áður almannakunngjørt eina meiningakanning, sum vísti stóra undirtøku fyri konginum. Stuðulin til restina av kongsfamiljuni er munandi minkaður. Norska kongshúsið hevur seinastu tíðina verið undir stórum trýsti. (Savnsmynd). - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix

Norski kongurin, Haraldur kongur, er innlagdur á sjúkrahús á sponsku frítíðaroynni Tenerife, har hann er viðgjørdur fyri smittu og dehydrering.

Støðan er góð eftir umstøðunum.

Tað boðar norska kongshúsið frá í tíðindaskrivi í kvøld.

Persónligi læknin hjá Haraldi kongi er farin til Tenerife at hjálpa heilsuverkinum á staðnum, boðar kongshúsið frá.

Tá lívlæknin hevur mett um støðuna, fer norska kongshúsið at koma við eini dagføring.

Hetta verður væntandi í morgin.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, ynskir kongi skjótan bata.

Haraldur kongur og konan, Sonja drotning, eru í løtuni í privatari vetrarfrí.

Norski kongurin fylti 89 ár leygardagin.

Sama dag almannakunngjørdi norski public service miðilin NRK eina meiningakanning, sum vísti stóra undirtøku fyri konginum.

Á einum stiga frá 1 til 10 fekk Haraldur kongur 9,2, tá spurt varð, hvussu gott umboð hann er fyri kongsfamiljuna.

Til samanberingar fekk sonurin, krúnprinsur Haakon, 7,9, meðan verdótturin, krúnprinsessa Mette-Marit, er farin úr 7,4 upp í 3,7 seinasta hálvtannað árið.

Tað ber ikki beinleiðis til at lesa av tølunum úr Noregi, hvør orsøkin til munandi fallið í undirtøkuni er.

Men norska kongshúsið hevur seinastu tíðina verið undir stórum trýsti.

Partvíst orsakað av sambandinum hjá Mette-Marit krúnprinsessu við tann nú deyða fíggjarmannin og dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein og partvíst orsakað av sakarmálinum móti soninum, Marius Borg Høiby, sum er skuldsettur fyri eina røð av álvarsligum brotsverkum, harímillum fýra neyðtøkur og misnýtslu í tøttum sambondum.

Í fjør gjørdist sambandið og brúdleypið hjá dóttrini Märtha Louise prinsessu við sjálvrópta sjamaninum Durek Verrett til nógvar miðlayvirskriftir.

Heilsan hjá Haraldi kongi hevur bilað seinastu árini.

Í mars 2024 fekk hann ísettan pacemakara fyri at stabilisera hjartarytmuna.

Hann var vorðin sjúkur í feriu í Malaysia í februar sama ár og varð innlagdur á eitt lokalt sjúkrahús við smittu.

Hann varð í skundi flogin heim til Noregs við sjúkraflogfari.

 

##med2##

Áðrenn heimferðina, fekk hann ein fyribils pacemakara ísettan fyri at gera ferðina trygga.

Í 2022 varð kongurin innlagdur á sjúkrahús við fepuri og viðgjørdur fyri smittu.

Tá hann varð útskrivaður, skrivaði kongshúsið, at tann tá 85 ára gamli regenturin var í góðum lag.

Í 2020 varð hann skurðviðgjørdur í hjartanum, har hann fekk nýggjan hjartaklaffu.

Aftur í 2003 varð hann viðgjørdur fyri krabbamein í bløðruni.

 

/Ritzau/

 

Norska kringvarpið NRK hevur áður almannakunngjørt eina meiningakanning, sum vísti stóra undirtøku fyri konginum. Stuðulin til restina av kongsfamiljuni er munandi minkaður. Norska kongshúsið hevur seinastu tíðina verið undir stórum trýsti. (Savnsmynd). - Mynd: Lise Aserud/Ritzau Scanpix

Haraldur kongur fylti 89 ár leygardagin 21. februar.(Arkivmynd). - Mynd: Javad Parsa/Reuters