European League: Vánaligur fyrri hálvleikur kostaði dýrt hjá Vali

Føroyingaliðið rendi seg í eitt tap í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í EHF European League

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld fyrsta dystin í innleiðandi bólki F móti Vardar 1961 á útivølli í Norðurmakedonia.

 

Valur kom illa úr startholunum, og í steðginum var Vardar á odda 19-11. Í seinna hálvleiki gekk munandi betri, og vann Valur seinna hálvleik 15-14, so dysturin endaði við einum 33-26 sigri til Vardar.

 

Bjarni og Allan vóru millum næstbestu málskjúttarnar hjá Vali. Teir skutu trý mál hvør.  Magnús Óli Magnússon var toppskjútti hjá Vali við fýra málum,

 

Valur er vanliga eitt sterkt heimalið í Evropa, so tað fer uttan iva at gangast Vali betri á heimavølli komandi mikukvøld. Tá kemur portugisiska liðið, Porto á vitjan. Porto tapti í kvøld á heimavølli 24-29 (10-16) fyri týska liðnum, Melsungen.

 

Í bólki E vann THW Kiel uttan ein skaddan Elias Ellefsen á Skipagøtu á heimavølli 32-27 (18-14) á spanska liðnum, Torrelavega.