Hesum boðaði altjóða sangkappingin frá í tíðindaskrivi í dag.
Í ár vann eysturríkski listamaðurin JJ við sanginum "Wasted Love". Sum siðvenjan sigur, verður vertskapurin nú latin víðari til vinnandi landið.
Hetta verður triðju ferð at Wien er vertur fyri Eurovision. Býurin var eisini vertur fyri kappingini í 1967 og 2015.
Harvið kemur Wien ájavnt við Keypmannahavn, Malmø og Stockholm sum teir býir, sum hava verið vertir fyri kappingini fjórðflestar ferðir. Bara Dublin, London og Luksemborg hava verið vertir fleiri ferðir.
70. útgávan av sangkappingini verður hildin 16. mai í Wiener Stadthalle.
/Ritzau/