Evnir, kyn og flokspolitiskur litur

Hitti herfyri ein mann, sum so findarblíður segði mær frá dugnaligari kvinnu, sum hevði sagt kortanei til almennan nevndarsess, tí hon vildi ikki vera vald eftir kyni.


»Nå«, svaraði eg líka findarblíð »tað var spell. Men hví hugsar hon seg so illa um, er hon so evnarík, sum tú sigur«?

»Hvat meinar tú við«, spurdi hann aftur, heldur minni blíður enn í áðni.

»Jú, sært tú. Sum er hava fólk verið sett í almennar nevndir eftir flokspolitiskum liti, meðan kynið hevur verið so sjálvsagt, at tað ikki er komið undan kavi sum spurningur fyrr enn nú. Nevndarlimir hava jú í flestøllum førum verið menn, ikki so?

Nei? Jú! Tað ber væl til at telja so frægt.

Also standa vit endiliga líka, tá talan snýr seg um val eftir kyni. Og har er tíbetur ongin spurningur um evnir - ella hvat heldur tú innast inni um tað?

Næst á breddanum stendur so flokspolitiski liturin, men tað kann neyvan vera tann faktorurin, sum tú blandar saman við evnir«?

Prátið kann halda fram, men eftir stendur, at føroyska samfelagið við javnstøðulógini hevur sett nýggja kós út í kortið. Tað verður velt upp úr nýggjum beint nú. Tað verður roynt at fáa okkara fólkastýrið eitt stig ella tvey aftrat fram á demokratisku leiðini.

Men ætlanin er eisini at leita fram tær kvinnuligu resursurnar, sum higartil ikki eru komnar teimum almennu, politisku Føroyum til góðar í nóg stóran mun, ein pástandur, sum 80-ini eftir míni meting eru gott dømi um.

At velta upp úr nýggjum er tungt arbeiði, sum eisini krevur nýhugsan. Í hesum føri má hugburður broytast, bæði hjá fólki flest og hjá teimum, sum leita, tí heldur ikki evnaríkar kvinnur hava neyðturviliga flokspolitiskt tilknýti.

At so er ber eitt nú greinin um javnstøðulógina hjá Rúnu Sivertsen herfyri týðilig boð um.


Bergtóra Hanusardóttir