Evnisdagur um Ísrael á Skála

Sunnudagin 22. oktober skipar Ísraelsmissiónin fyri einum evnisdegi um Ísrael í Meinigheitshúsinum á Skála

Tiltakið byrjar klokkan 16 sunnudagin, har ið tað verður kunnað um støðuna hjá Ísrael. Eftir hetta verður bíbliutími við Ásbjørn Jacobsen. Hann fer at tosa um evnið "Leiklutur Ísrael nú og í endatíðini". Klokkan seks verður nátturði og klokkan sjey verður møti, har ið Johan Henriksen úr Klaksvík kemur at tala um "Liva vit í seinastu tíðunum?". Við á møtinum verður eisini Ísralestoymið hjá Heimamissiónini, sum gjørdist kent í summar, tá ið tey endaðu mitt í einum stríð millum ísraelsku stjórnuna og Hamas. Tey koma at greiða frá ferðini. Sangluttøka verður eisini við lokalum av Skála.