Evropa megnar ikki at verja seg uttan USA

Hetta segði Nato-aðalskrivarin í ES-parlamentinum í dag

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur, at øll, sum halda, at Evropa kann verja seg uttan USA, kunnu halda fram at droyma.

 

Men, soleiðis er tað bara ikki í veruleikanum, segði hann undir einum spyrji-tíma í uttanríkis-og trygdarpolitisku nevndini í ES-parlamentinum í dag.

 

Mark Rutte legði aftrat, at tað altíð verður ein ógvuliga sterk konventionell amerikansk hjávera í Evropa, skrivar norska kringvarpið, NRK.