Eyðkennið hjá einum oddaliði

B36-B68 1-0 (0-0)

Aftur hesa ferð sýndi B36 seg sum veruligan FM-biðil, tá teir uttan á nakran hátt at virka sannførandi kortini fingu togað trý týdningarmikil stig til høldar

 

Fótbóltur

 

 

 

Endurtøkurnar ella »klichéirnar« í fótbóltsheiminum eru nógvar. Ein teirra er, at tað, sum eyðkennir eitt veruligt oddalið, er, at teir eisini megna at vinna dystir, hóast spælið ikki altíð er so framúrskarandi.

 

Mett út frá hesum, er lítið at ivast í, at B36 veruliga ætlar sær at gerast føroyameistari í ár. Fyri tveimum vikum síðani vóru teir meira enn bara hepnir við at fáa trý stig við sær úr Vágoynni, og nú sunnudagin mundu toftamenn kenna seg sera vónsviknar, tá tað eftir dystin í Gundadali stóð eitt til heimaliðið og null til gestirnar.

 

 

 

Líktist 0-0

 

Lat tað verða sagt beinanvegin, at sæð burtur frá fyrsta korterinum, so líktist dysturin í nógvar mátar einum 0-0 dysti. Toftamenn, sum ikki kundu gera nýtslu av leikbannað Jan Dam, tóktust sera varnir í útgangsstøðuni. Við báðum vongverjunum liggjandi langt afturi á vøllinum tóktust teir hugsa meira um at verja javnleikin heldur enn at fara eftir sigrinum, og fyrstu løtuna gav hetta B36 nakrar møguleikar, tá spælið varð trýst oman móti brotsteiginum. Einar tvær ferðir var eisini veruligur vandi á ferð, men spakuliga følnaði hetta trýstið tó burtur.

 

At B36 ikki megnaði at halda fast um trýstið, komst fyri tað allar mesta av, at hugflogið yvir spælinum var lítið, og at B68 tí ikki nýttist at leggja so øgiliga nógv fyri í royndunum at byrgja fyri spælinum. Í fráveruni av leikbannað John Petersen hevði Heðin á Lakjuni fingið leiklutin sum maðurin, ið bóltarnir skuldu sendast upp til, men við hálvum øðrum manni at verja fyri kvika klaksvíkinginum, hevði Heðin sera truplar arbeiðsumstøður.

 

At bæði Jan Petersen og Marlon Jorge tóktust ansa væl eftir Heðini, átti annars eftir øllum sólarmerkjum at viðført, at betri rúmd gjørdist fyri øðrum leikarum, men hetta tóktust teir á B36 liðnum ikki at varnast. Tær fáu ferðirnar, tá Heðin ikki varð nýttur í sjálvum uppspælinum, var ananrs, tær ferðirnar, har tað riggaði best hjá B36 at koma niðaneftir, men tá innleggini so komu, vóru hesi aloftast ikki nóg neyv, ella megnaðu álopsmenninir ikki at geva bóltinum seinasta skumpið inn um strikuna.

 

B68 hevði eisini sín part av spælinum, og eins og hjá B36, so sá tað ofta rættiliga vakurt út á miðvøllinum, men ineffektiviteturin var alt ov stórur, tá komið varð niðan til brotsteigin.

 

Onkra hendinga kundi vandi staðist av, men antin vóru skotroyndirnar ikki nóg neyvar, ella vóru menn ikki nóg avgjørdir, og tí var tað rár hending, at Tróndur Vatnhamar í B36-málinum varð noyddur at vísa síni kynstur.

 

 

 

Stríðið millum landsliðsevnini

 

Soleiðis gekk tað mesta fyri seg á miðvøllinum, og til tíðir var eisini sera áhugavert at síggja, hvussu Fróði Benjaminsen her stóð seg móti tveimum av teimum, sum fleiri rokna fyri kappingarneytar hansara í stríðnum um sessirnar í landsliðshópinum. Ikki minst var hetta áhugavert, nú Fróði saman við Julian Johnsson er leikbannaður til komandi landsliðsuppgávuna, og Allan Simonsen tí noyðist at finna sær eina nýggja samanseting til miðvøllin.

 

Hóast hvørgin teirra telist millum leikararnar, sum lagt verður so øgiliga nógv til merkis á einum fótbóltsvølli, so eru Jan Guttesen og Klæmint Matras tveir av týdningarmestu monnunum á liðnum hjá B36. Stríðsviljin hjá teimum er framúr, og defensivu evnini hjá teimum eru helst høvuðsorsøkin til, at B36 í flestu dystunum megnar at spæla rættiliga framrættað spæl, uttan at hetta ber ov nógvar veikleikar í verjupartinum við sær. Jan er annars júst fluttur niður til Danmarkar at búgva, og tað sigur helst nakað um týdning hansara fyri liðið, at hann ætlandi kemur upp seinastu umførini, soleiðis at liðið ikki skal vera hann fyri uttan í endaspurtinum um FM-heitið.

 

Klæmint gjørdist ikki fastur maður á liðnum fyrr enn í seinnu kappingarhálvu í fjør, men síðani tá hevur hann so avgjørt strítt seg inn í hjørtuni hjá áskoðarunum. Tað sær kanska ikki altíð so vakurt út hjá honum, men hann gevur seg ongan tíð ein tumma í nærdystunum, og til tíðir hevur hann eisini víst, at fótbóltsevnini munnu vera á eini heilt góðari leið.

 

 

 

Avgerðin

 

Spælið hjá báðum pørtunum tóktist ikki at broytast tað heilt stóra eftir hálvleikn. Gestirnir dittaðu sær kanska eitt lítið sindur longur fram á vøllin, uttan tó at offra nakað í verjupartinum, og hóast Jens Kristian Hansen nú eisini royndi at skapa nakað av framdrift í B36 spælinum, so komu teir veruligu málmøguleikarnir kortini ikki.

 

Venjarin hjá B36, Piotr Krakowski, helt ivaleyst, at okkurt skuldi broytast, um sigurin skuldi togast heim, og ikki kann sigast annað enn, at pólverjin aftur var sera heppin við innskiftingum sínum hesaferð.

 

Tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin, gjørdi hann av at senda Áka Mørk inn á vøllin fyri ein heldur taman Magna á Lakjuni. Hetta var fyrsta ferðin síðani í 1998, at Áki kom inn á besta B36-liðið, men hann nýtti tó ikki langa tíð til at staðfesta sítt virði.

 

Uppspælinum var Áki sjálvur meistari fyri, tá hann hegnisliga sendi Jan Guttesen avstað í høgru, men tá Jan so sendi útfrá, tóktist vandin vera av, tá Kjartan Nesá hálvbjargaði skotinum. Toftamenn kundu tó ikki semjast um, hvør skuldi rudda bóltin burtur, og so var Heðin á Lakjuni sum eitt fok mitt í rokanum og prikaði út frá til Áka, sum hesa ferð ikki hevði trupulleikar við at senda í tóma málið.

 

Frøin á B36?arunum var sjálvsagt almikil, og hóast B68 royndi at broyta spælið við at fremja eina framrættaða skifting, so røktist einki fyri, at fleiri mál komu. Í yvirtíðini var tó um reppið, at Súni Fríði bjargaði toftamonnum ein javnleik, men í fullari longd eydnaðist honum ikki at fáa nóg nógva ferð á ein fluktara, so Tróndur ístaðin lættliga loftaði seinastu toftaroyndini.

 

 

 

Gullið nærkast

 

Sum sagt í byrjanini, so var spælið í dystinum ikki av tí slagnum, sum sannførdi um, at B36 skal roknast sum fremsti FM-biðilin, men tað er so ein sonn dygd, at liðið so kortini megnar at vinna sær trý stig. Árstalsfelagið hevur nú tríggjar dystir eftir, og tá metsigurin á FS Vágum fyrr í ár tykist hava verið hálvt fjórða stig verdur, tykjast sjey stig í hesum vera nóg mikið at tryggja teimum FM-heitið, men helst skulu teir ikki rokna við so nógvari hjálp frá Fortúnu, sum teir hava fingið seinastu tvey umførini.

 

 

 

Dysturin tølum:

 

B36-B68 1-0 (0-0)

 

1-0: Áki Mørk 76

 

Dómari: Oddmar Andreasen (HB)

 

 

 

B36: Tróndur Vatnhamar ? Pól Thorsteinsson, Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen ? Bjarni Prior, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Klæmint Matras, Bjarni Prior ? Magni á Lakjuni, Heðin á Lakjuni

 

B68: Kjartan Nesá ? Marlon Jorge, Hans Fróði Hansen, Oleif Joensen, Jákup Eli Olsen ? Messias Parreira, Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam ? Arnold Joensen, Súni Fríði Johannesen