Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu

25 mai kemur út nýggja fløga við Eyðun Jacobsen. Heiti á fløguni er "Lívsins løtur". 18 sangir eru á fløguni, har Eyðun sjálvur hevur skriva orð og lag til 8 av teimum.

Tónleikurin er innspældur, gjøgnum seinastu 4 - 5 árini, í Crossroads Studio í Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum undir leiðslu av Jeff Collins og nærum allar røddirnar eru sungnar inn í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík.

Eyðun Jacobsen, hevur fingist við tónleik síðani barnaárini, bæði í Føroyum og uttanlands.

Fyrsta útgávan, hann var við á, kom í 1973. Tað var Betesda Duettin, Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen, sum góvu út EP plátuna, Úr Himli til jarðar. Hann spældi fast guittar við Kvartettini í Betesda. Hann var við í Miðnáttarsangbólkinum í Runavík, Elim Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Runavík.

Hann búði frá 1983 í 17 ár saman við familjuni í Danmark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólkum. Fýra útgávur komu, meðan hann búði í Danmark, tríggjar á donskum og ein á føroyskum.

Síðani hann flutti heimaftur í 2000, hevur hann verið sera virkin við sangi og tónleiki, hann hevur givið út tvær fløgur sum einstaklingur, tvær fløgur saman við døtrunum. Eisini hevur hann luttikið og samskipað fleiri útgávur, m.a. hjá Kelduni, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Betesda, Ólavur á Váli Olsen, Oasubrøður.

Eisini samskipaði hann fløguna Tú Leitar, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 eintøkum.

Hann hevur eisini skipað fyri fleiri sang- og tónleika tiltøkum gjøgnum árini.
Í samband við nýggju útgávuna vera útgávukonsertir leygarkvøldið 25. mai í Frelsunnarherinum í Havn klokkan 20 og sunnukvøldið 26 mai klokkan 20 í Kelduni í Skálafirði.
Eisini luttekur Magni Christiansen. Tað er ókeypis atgongd.
Sunnumorgunin 26. mai klokkan 11 luttekur Eyðun, saman við tónleikarum, á møtinum í Lívdini í Hoyvík.