Leygarkvøldið bjóðar Seglloftið til eitt heldur forvitnisligt kvøld, tá ið Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen vitja á Tvøroyri. Teimum nýtist neyvan stóra introduktión, tí allir eru teir sera væl kendir og umtóktir tónleikarar, og hava undirhildið føroyingum í nógv ár, við sínum framúr tónleiki.
At hita upp fyri teir verða Øssur Johannesen og Agnar Lamhauge, sum í næstum fara at almannakunngerða eina LIVE fløgu, tikin upp á ymsum framførslum hjá teimum. Tónleikarin og málarin Øssur Johannesen spælir eksperimenterandi tónleik, og áhoyrarar kunnu allarhelst vænta eina heldur øðrvísi framfrøslu.