Eyðgerð avloysir Óluvu í málinum

Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, hevur fingið tvey avboð til komandi EM-undankappingardystir, sum eru á útivølli ímóti Grikkalandi og Montenegro ávikavist 5. og 9. apríl

Mynd: FSF

FSF skrivar: - Fríggjadagin 5. apríl fer kvinnulandsliðið undir eina nýggja EM-undankapping. Føroyar eru í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra.

 

Fyrsti dysturin í kappingini er á útivølli móti Grikkalandi, og fýra dagar seinni, týsdagin 9. apríl verður spælt á útivølli móti Montenegro.

 

Føroyska ferðalagið fer av landinum týsmorgunin, men tað verður uttan málverjan, Óluvu Allansdóttir Joensen og Margunn Lindholm úr KÍ. Báðar hava smávegis skaðar at dragast við, og eru tískil ikki tøkar til landsliðsfótbólt í næstum.

 

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen sent boð eftir málverjanum úr Víkingi, Eyðgerð Mikkelsen, ið higartil er skrásett fyri ein A-landsdyst fyri Føroyar.

 

Hópurin:

Valborg Østerø, B36 Tórshavn

Eyðgerð Mikkelsen, Víkingur

Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)

Rúna Jacobsen, HB Tórshavn

Sunniva Willemoes, HB Tórshavn

Fridrikka Klementsen, HB Tórshavn

Malena Olsen, KÍ Klaksvík

Durita Hummeland, KÍ Klaksvík

Birita Ryan, KÍ Klaksvík

Tóra Mohr, KÍ Klaksvík

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík

Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík

Sanna Svarvadal, KÍ Klaksvík

Sara Samson Laumhauge, NSÍ Runavík

Heidi Sevdal, NSÍ Runavík

Lea Símunardóttir Lisberg, Víkingur

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Dystaskráin:

5. apríl Grikkaland – Føroyar

9. apríl Montenegro – Føroyar

31. mai Føroyar – Andorra

4. juni Føroyar – Grikkaland

12. juli Føroyar – Montenegro

16. juli Andorra – Føroyar

 

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

 

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

 

Sjálvt EM-endaspælið fyri kvinnur verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

 

Mynd: FSF