Eydnaðist at fáa fólkið út í Lítlu Dímun á fólkafund

Í góðveðrinum í dag er fólkafundur í Lítlu Dímun. Men tað var um reppið, at túrurin varð avlýstur

Útnyrðingur skuldi verið besta ætt, men kortin argaði mjørkin, sum hevur ligið um toppin á Lítlu Dímun í allan dag, hóast góðveður er, og hóast útnyrðingur er besta ætt.

 

Ætlanin var at flúgva út um hálvgum ellivutíðina, men tað varð útsett fleiri ferðir, men tá klokkan nærkaðist hálgum tvey fleyg tyrlan hjá Atlantsflog fyrstu fólkini úr Hvalba og út á Lítlu Dímum.

 

Róin Schrøter, fyriskipari, sigur, at tey ongantíð hava avlýst túrin út til fólkafundin, meðan fólkið hevur bíðað í Hvalba eftir tyrluni. Teir eru tó fleiri ferðir útsettir, men tá hevur tað verið við longri skotbroð.##med2##

##med3##

##med4##

 

Fólkafundir hava verið í Lítlu Dímun síðani 2006. Fýra ár síðani tá hevur tað ikki eydnast at halda fólkafundin.

##med5##

##med6##

Tað verður Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum hesaferð heldur røðu á fólkafundinum, sum verður um eina løtu, tá øll tey 112 fólkin eru komin út í Lítlu Dímun.

 

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

Róin Schrøter, fyriskipari, tosar við flogskipararnar, Andreas Mouritsen og Hanus Olsen, áðrenn endaliga avgerð varð tikin um at flúgva