- Endamálið er at skapa gleði, menning og felagsskap gjøgnum ítrótt, har øll kunnu vera við á sínum egna støði. Í Vágs Kommunu er liðið Svanarnir ein virkin partur av Eydnudeildini, og menningin hevur verið sera jalig.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Tá venjingin skuldi byrja seint í fjør, vóru bert tríggir leikarar. Tað var ein lítil byrjan, men longu eftir fyrstu venjingina kom verulig gongd á. Áhugin vaks skjótt, og fleiri børn og ung ynsktu at gerast partur av hesum góða felagsskapi.
Í Vági vísa tey á, at tá steypakapping var í stórhøllini Við Tjarnir um vikuskiftið, vóru ikki færri enn 10 leikarar úr Suðuroynni við liðnum hjá Svanunum.
- Tað merkir, at talið á luttakarum er vaksið munandi. Hetta vísir, hvussu stóran týdning Eydnudeildin hevur fyri børn og familjur í økinum.
Víst verður á, at í apríl verður aftur eitt stórt og spennandi tiltak í Havn, tá lið úr Lykkeliga'ini í Danmark koma til Føroya at spæla hondbólt.
- Hetta verður ein serlig løta við íblástri, felagsskapi og altjóða vitjan, sum uttan iva fer at geva leikarunum eina góða uppliving.
Í juni fer eisini ein stórur hópur úr Føroyum til Herning at luttaka í kappingini, LykkeCup. Her verða fleiri enn 900 íðkarar og 500 hjálparfólk savnað til eitt stórt hondbóltsævintýr.
- Kappingin verður hildin í Jyske Bank Boxen, sum er ein av størstu og mest kendu hallunum í Danmark. Hetta verður uttan iva ein ógloymandi uppliving fyri allar luttakarar.
Í Vágs kommunu eru tey sera fegin um, at børn við serligum tørvi hava møguleikan at vera partur av einum so góðum og gevandi felagsskapi.
- Eydnudeildin er ikki bara hondbóltur – hon er gleði, samanhald og lívsgóðska, verður lagt aftrat.










