Eyðun Mohr Hansen er nú aftur aðalstjóri

Hann mátti lúta, tá aðalráðini vórðu skorin úr 9 niður í 6. Men nú samgongan hevur vaksið um talið av aðalráðum er aftur pláss fyri honum.

Av tí at talið av aðalráðum hjá nýggju samgonguna hækkar úr 6 upp í 7, so skal stovnast eitt nýtt aðalráð við nýggjum aðalstjóra. Og har hevur løgmaður valt ta bíligu loysnina við at seta ein aðalstjóra, sum frammanundan er á lønarlista sum aðalstjóri. Tí aðalstjórar vórðu settir sum tænastumenn, og sum uppsagdur tænastumaður, so hevði Eyðun Mohr Hansen rætt til løn í trý ár, eftir at hann varð uppsagdur sum aðalstjóri frá 1. desember í fjør at rokna.

Men nú er støðan ein heilt onnur. Eyðun Mohr Hansen er settur í starv aftur sum aðalstjóri í óavmarkaða tíð – og av tí at hann fær løn kortini, so eru ongar eyka útreiðslur av tí.

Eyðun er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur drúgvar royndir sum bæði deildarstjóri og aðalstjóri. Hann tekur við starvinum beinanvegin, skrivar Løgmansskrivstovan.

Av teimum trimum aðalstjórunum, sum vórðu uppsagdir, tá aðalráðini tódnaðu 1. desember í fjør, eru nú tveri komnir innaftur. Poul Geert Hansen kom at kalla beinanvegin í starvið aftur, tí Elin Mortensen bar seg undan at taka við starvinum sum aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. 

Nella Festirstein, sum var aðalstjóri í Løgmálaráðnum, er ikki nú einasti av teimum trimu aðalstjórunum, sum ikki hevur fingið aðalstjórastarv aftur.