Fyri seinastu ferð á hesum sinni fer Eyðun Nolsøe Band á pallin her í landinum.
Bólkurin hevur um jólini og nýggjárið havt fleiri konsertir her, og áðrenn limirnir í bólkinum, sum flest allir búgva í Danmark, aftur fara av landinum, spæla teir á Kambsdali.
Eyðun Nolsøe Band hevur spælt tvær ferðir í Klaksvík og eina ferð í Runavík. Ætlanin var at fara bæði til Suðuroyar og Klaksvíkar, men tað bleiv ikki til tað á hesum sinni. Konsert var annars løgd í Suðuroy, men máttist avlýsast vegna veður.
Eyðun Nolsøe Band spælir fyrst og fremst egið tilfar, sangir av fløguni Solo, sum kom stutt fyri jól. Eisini verða nakrir av teimum góðu, gomlu sangunum hjá Frændur, har Eyðun Nolsøe jú hevur havt sentralan leiklut, spældir.
Á konsertini á Kambsdali fer eisini Ársins Songrødd 1997, Eiðvør Pállsdóttir úr Gøtu, at verða við. hon fer at syngja nakrar sangir playback-tónleiki og eisini saman við tónleikarum.
Konsertini á Kambsdali verður í kvøld frá kl. 23.00.