Eyka kommunustýrisfundur á Sandi

Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, staðfestir, at eyka kommunustýrisfundur verður í nærmastu framtíð, soleiðis, sum fýra av kommunustýrislimunum hava biðið um Hóast regluligur fundur ikki skal vera í kommunustýrinum á Sandi fyrr enn um næstan ein mánað, so verður helst ein fundur áðrenn ta tíð. Hesum greiðir Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, frá.

Tað var annars í brævi í fyrradagin, at nýggi meirilutin í Sands kommunu bað um at fáa eyka kommunustýrisfund, har val av nevndum skuldu vera á skránni.

Orsøkin til, at nýggi meirilutin bað um hendan fund, er at teir undrast, at borgarstjórin ikki hevur lagt frá sær, og tí vilja teir hava, at nevndarsamansetingin í kommunustýrinum umboðar meirilutan.

- Fundurin verður helst ikki í hesi vikuni, tí eg hevði fegin viljað havt, at allar kanningarnar vóru lidnar, áðrenn eg leggi frá mær. So hevði mær eisini dámt, at nevndir og borgarstjóri vórðu vald samstundis, sigur Páll á Reynatúgvu.

Sambært kommunustýrislógini skal eyka kommunustýrisfundur verða, um borgarstjórin ella ein triðingur av kommunustýrinum ynskir tað. Tó er onki ásett, um hvussu leingi tað skal ganga, til hesin eyka fundur skal haldast.