235 franskir ríkisborgarar, sum vóru við italska ferðamannaskipinum Costa Concordia, tá tað fór á land í januar, hava nú gjørt sáttmála við reiðaríið um, at teir skulu fáa 9.000 evrur ella 67.000 krónur í part í endurgjaldi. Tað sigur sakførarin hjá fransmonnunum við tíðindastovuna AFP.
Hann leggur afturat, at hvør einstakur hevur framvegis møguleikan at fara í rættin við kravi um størri endurgjald.
Minst 30 fólk doyðu, tá tað 114.500 tons stóra Costa Concordia fór á land við oynna Giglio við italsku eysturstrondina tann 13. januar. 4.229 fólk vóru umborð, tá vanlukkan hendi.