Fáa ikki harraboð um fartelefonir í skúlum

Skúlarnir skulu sjálvir gera av, hvussu teir loyva næmingum at brúka fartelefonir, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum

Teir einstøku skúlarnir skulu sjálvir taka støðu til, hvør sær, hvussu teir loyva næmingunum at brúka fartelefonir í skúlanum

 

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Sostatt fer hon ikki at gera nakrar felags reglur við harraboðum um, hvønn politikk okkara undirvísingarverk skal hava um fartelefonir í skúlartíðini.

 

Tað sigur hon, nú Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hana um fartelefonpolitikkin hjá skúlunum

 

Rigmor Dam sigur, at hetta er ein spurningur, sum hvør einstakur skúli skal taka støðu til, og tað hava fleiri skúlar eisini gjørt.

 

Á onkrum skúla er tað so, at næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði, eftir boðum frá læraranum.

 

Og á onkrum øðrum skúla er politikkurin, at fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Og Brýtur næmingur hesa reglu, verður hann burturvístur úr tímanum.

 

Rigmor Dam heldur, at hon er ikki tann rætta til at seta eina kanning um, hvussu fartelefonir ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum.

 

– Men tað kundi helst verið áhugavert, at ein slík kanning var gjørd, leggur Rigmor Dam afturat.