Fáa nú barnaansing í Sumba

Sumbiar Kommuna samtykti á fundi mánakvøldið at seta kommunala dagrøkt á stovn

Sumba:Tey børn, sum hava tørv á at verða ansað kommunalt í Sumbiar Kommunu, fáa nú skjótt eisini møguleikan. Bygdarráðið samtykti á fundi mánakvøldið at fara undir kommunala dagrøkt.

Jacob Vestergaard, bygdarráðsformaður í Sumbiar Kommunu, sigur, at kommunan hevur kannað tørvin á kommunalari barnaansing við tí fyri eyga at gera barnagarð. Men tað vísti seg, at tørvurin var so lítil, tá saman um kom, at tað er púra óneyðugt við barnagarði, sigur hann. Í grundini er tørvurin so lítil, at ein kommunal dagrøktarskipan við leiðara og øllum, sum til hoyrir, eisini er í meira lagi.

Bygdarráðsformaðurin sigur, at tað eru møguleikar í lógini, sum gera, at til ber at seta eina einstaka dagrøktarmammu at passa børnini, Tey eru ikki fleiri enn so, sambært kanningini hjá kommununi, enn at ein dagrøktarmamma er nokk.

Hinvegin er tað møguligt at samstarva við aðrar kommunur, sum hava skipaða dagrøkt, sigur Jacob Vestergaard, bygdarráðsformaður í Sumbiar Kommunu.

Tað er annars lítð av virksemi í Sumba, sigur Jacob Vestergaard. Eitt saltfiskahús var, men har er einki arbeiði longur. Kommunan hevur nú keypt húsið, og ætlanin er at nýta tað til ymiskt kommunalt virksemi. So sum skrivstovu og goymsluhøli hjá Sumbiar Kommunu.

Sumbiar Kommuna hevur higartil havt skrivstovu í skúlanum í Sumba. Men har er plásstrot, so hildið hevur verið rætt, at skúlin fær tað, hansara er, meðan kommunuskrivstovan fær sítt.

Okkurt skal gerast í hesum sambandi, sum fer at kosta eitt sindur av pengum. Men tað verður ikki gjørt, fyrr enn nýtt bygdarráð, sum valt verður í heyst, hevur tikið við, sigur Jacob Vestergaard, bygdarráðsformaður í Sumba.

Annars arbeiðir Sumbiar Kommuna við at fáa nýggja bakkaverju fram við fjøruni í Sumba. Har minkar alsamt burtur av.

Jacob Vestergaard sigur, at teir hava fingið Matrikulstovuna at mála upp, hvussu støðan er í mun til tað, sum var, tá Sumbiarbygd varð matrikulerað. Tað vísir seg, at í støðum eru upp til 17 metrar av bakkanum tiknir burtur av brimi. So tað er greitt, at her má okkurt gerast, sigur bygdarráðsformaðurin.

Men tað kostar eisini pengar, og Sumbiar Kommuna hevur fyrr søkt landsstýrismannin í vinnumálum um pening av havnarjáttanini, men ikki fingið nakað játtað. Teir gevast tó ikki við tí og hava søkt aftur, sigur Jacob Vestergaard, bygdarráðsformaður, sum væntar, at nú man fara at bera til.